NSÍ tevjar nú silvurkrónurnar

1-1 í illveðrinum í Klaksvík ber við sær, at HB í morgin hevur møguleika at taka enn eitt risa fet móti FM heitinum

FM heitið og gullkrónurnar fóru í illveðrinum longri burtur frá KÍ, sum í kvøld ikki megnaði at vinna ímóti Víkingi.

Úrslitið var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Líkindini vóru vánalig. Tað var nógvur vindur, og tað regnaði illa. Umstøðurnar órógvaðu, men í løtum var talan um lutfalsliga ikki so galið spæl.

-Vit høvdu ætlað okkum trý stig, men tað eydnaðist ikki, og tað eigur Víkingur eisini rós fyri, tí gestirnir vóru torførir at bróta ígjøgnum. Í løtum var eg sera væl nøgdur við spælið hjá okkara monnum, men tíverri eydnaðist tað ikki at skora sigursmálið. Spælararnir vístu góðan hugburð og royndu, men tað eydnaðist ikki, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.

 

Hava vit nú endaliga mist FM møguleikan?

-Vit spæla fyri tí møguleikanum, sum vit hava, og vit eru nøgdir við úrtøkuna hjá okkum. At HB hevur brotið øll mørk, kunnu vit ikki annað enn virða HB fyri, sigur KÍ venjarin.

 

Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen heldur, at hansara menn høvdu fleiri møguleikar enn heimaliðið:

-Vit høvdu fleiri møguleikar enn KÍ, bæði í fyrra og seinna hálvleiki, og fram ímóti dystarenda høvdu vit risa møguleika at avgera, men tað eydnaðist ikki. Tá ið eg fekk ábyrgdina av Víkingi, vóru klaksvíkingar betri enn vit á egnum økjum. Nú var tað púra javnt, og tað eiga vit at vera nøgdir við, sigur Sigfríður Clementsen.

Hann ásannar, at Europa møguleikin er langt burtur:

-Vit taka ein dyst í senn, so telja vit saman í oktober, og tá fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Víkinga venjarin.

 

Hanus Jacobsen legði Víking framum eftir horna, og KÍ miðverjin Predrag Pocuca beindi efit fríspark úr vinstru bóltin ímóti Víkinga málinum. Á dómaraseðlinum er málið skrásett at vera sjálvmál.

 

Úrslitið ber við sær, at HB við sigri á heimavølli ímóti AB í morgin hevur møguleika at økja um leiðsluna aftur til KÍ til tíggju stig.

Úrslitið ber eisini við sær, at NSÍ á heimavølli við sigri ímóti B36 í morgin hevur møguleika at leggja seg upp á síðuna á KÍ. Eftir javnleikin í kvøld hevur KÍ 45 stig. HB er undan dystinum ímóti AB í morgin á odda við 52 stigum, og NSÍ er undan dystinum ímóti B36 í morgin á triðja plássi við 42 stigum.

 

KÍ – Víkingur 1-1 (1-1)

0-1: Hanus Jacobsen 11.

1-1: sjálvmál 16.

Dómari: Dagfinn Olsen

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Predrag Pocuca (Ólavur Niclasen, 21.), Heðin Askham, Ísak Simonsen - Steinbjørn Olsen (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 57.), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Ronni Møller-Iversen, 67.) - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

Gult kort: Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen

Venjari: Mikkjal Thomassen

Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Hjalti Strømsten, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen - Philip Djordjevic, Adeshina Lawal (Andreas Lava Olsen, 66.)

Gult kort: Atli Gregersen, Heðin Hansen

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

 

Leygardagin: NSÍ - B36, Skála - 07 Vestur, HB - AB og Suðringar - EB/Streymur.