NSÍ tapti stórt í Klaksvík

Um fimm vikur hittast KÍ og NSÍ í landskappingardysti í Klaksvík

Venjingardystir og landskappingardystir kunnu og skulu ikki sammetast. Fyrst í februar eru spælararnir ikki í kropsligari, tekniskari og taktiskari venjing. Tað verður roynt við ymiskum uppstillingum fyri at finna fram til, hvussu spælskipanin skal vera, og hvørjir skulu manna liðið, tá ið tað um ein mánað verður farið undir at spæla um FM heitið.

Á middegi í dag var NSÍ í Klaksvík. NSÍ skal norður aftur til Klaksvíkar um fimm vikur. Sunnudagin 14. mars hittast KÍ og NSÍ í øðrum umfari í landskappingini. Tølini siga, at tað var stórur munur á ídag. KÍ vann 6 – 2 eftir 3 – 1 í hálvleikinum.

Árni Frederiksberg skoraði tvey mál ímóti barndómsfelagnum, og eisini Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti. Nýggi KÍ spælarin Bob Sumareh varð skiftur inn og skoraði eitt mál, og innskifti Jasper Van Der Heyden skoraði eitt mál. Pætur Skipanes javnaði til 1 – 1, og innskifti Jógvan Højgaard minkaði um munin til 6 – 2.

Odmar Færø var ikki á KÍ liðnum, og hjá NSÍ var einki at síggja til Petur Knudsen og Rógva Egilstoft, sum í vikuni skrivaði undir nýggjan sáttmála við NSÍ.

EB/Streymur og 07 Vestur spældu seinnapartin venjingardyst á Svangaskarði. 07 Vestur vann 1 - 0 eftir málleysan fyrra hálvleik.

B36 og Víkingur skuldu spæla í Gundadali, men tann dysturin varð avlýstur.