Í kvøld hevur NSÍ lagt rygg til 2-0 tap í europeisku kappingini. Dysturin var ímóti svenska Gefle, sum á ovara vølli í Gundadali í hampuliga góðum fótbóltslíkindum, hóast tað regnaði nakað, var omaná. Munurin var kortini ikki størri enn so, at NSÍ kundi havt fingið okkurt málið. Næst við í 1. hálvleiki var miðvallarin Jústinus R. Hansen, sum stutt undan hvíldini smekkaði bóltin í tvørtræið og niður í graslíkið, og í 2. hálvleiki hevði innskifti Karoly Potemkin góða skotroynd.
Svenski álopsspælarin Alexander Gerndt skoraði bæði málini, og bæði vórðu skorað eftir skjótálop, sum stóðust av, at NSÍ misti bóltin í uppspæli.
--------------------
Nú eitt korter er farið av 2. hálvleiki, er Gefle frammanfyri 2-0. Munurin í spæli er ikki stórur. Trupulleikin hjá NSÍ er, at ov nógv mistøk verða gjørd í ikki serliga pressaðum støðum.
Tað var eftir NSÍ álopsroynd, at sending kiksaði, og so var opið í hinum endanum, tí nógvir gulir vóru frammarlaga staddir.
60 min.
0-2: Alexander Gerndt 59.
Hóast tað er greyta tjúkt, so eru fótbóltslíkindini góð í Gundadali, har NSÍ í kvøld er heimalið í europeiskum dysti ímóti svenska Gefle.
Í løtuni er hálvleikur.
Leikliga hevur NSÍ verið á hædd við svenska mótstøðuliðið, men tað er bara Gefle, sum hevur skorað í 1. hálvleiki.
Málið skoraði álopsspælarin Alexander Gerndt eftir skjótálop. Upprunin var gult bólttap, tá ið NSÍ var á veg í álop.
Gefle spennir ikki álopsbogan serliga nógv. Teir tykjast ætla sær at avgera víðari luttøkuna á heimavølli um eina viku. Í kvøld tykjast teir áhugaðir í at vinna tepran sigur, og sum tað sær út í løtuni, so kann tað fara at eydnast, hóast tað er millum lítil og eingin leikligur munur.
Næst við at javna var NSÍ dygst undan steðginum, tá ið bólturin eftir langskotsroynd brast í tvørtræið og niður í graslíkið.
NSÍ-Gefle kl. 19.00
0-1: Alexander Gerndt 34.
Dómari: Nerijus Dunauskas, Litava
NSÍ: Andras Gango ? Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Johan Troest Davidsen, Einar T. Hansen ? Jann Martin Mortensen (Debus Danielsen, 79.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni (Karoly Potemkin, 60.) ? Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Erland B. Danielsen, 79.)
Gult kort: Jónhard Frederiksberg 55.m Christian Høgni Jacobsen 58.
Gefle: