Meðan besta mansliðið hjá NSÍ hevur havt ein trupulleika við at skjóta mál, kennir næstbesta liðið ikki til hesar trupulleikarnar.
Leygardagin vóru teir í Gundadali og spældu móti teimum næstbestu hjá HB, og NSÍ vann 3-0.
Ein góð byrjan hjá NSÍ, og ein ring byrjan hjá HB.
Spælið gekk javnt á í fyrra hálvleiki, og munurin á liðunum lá fyrst og fremst í, at teir úr Eysturoynni dugdu betur at skjóta mál ? teir vóru effektivari.
Tvey av málunum komu fyrru 45 minuttirnar. Tað fyrsta skeyt Bergur Hansen, eftir at tveir HB-arar ikki kundu semjast um, hvør skuldi skjóta burtur eftir eitt innkast. Og HB-verjan sá heldur ikki alt ov gott út, tá næsta málið kom. Tað var eitt fríspark úr høgru, heilt úti frá síðulinjuni, sum fór beinleiðis í kassan. Málskjútti var Kári Hansen.
Eitt mál kom afturat í dystinum, og tað fekk Hjørleif Klein eftir eina miseydnaða rangstøðufellu.
Annars royndi NSÍ í seinna hálvleiki meira at verja tað teir høvdu, meðan HB royndi at trýsta. Men havnarliðið fekk ikki serliga nógv burturúr frammanfyri NSÍ-málinum. Sostatt er NSÍ millum oddaliðini í 2. deild eftir fyrsta umfar, meðan HB liggur í niðara enda. Men enn eru 17 umfør eftir.









