NSÍ styrkir um miðvøllin

NSÍ hevur í dag gjørt avtalu við tveir nýggjar spælarar

Hóast tað higartil í ár fyri tað mesta hevur gingið væl, so hava úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar órógvað í Runavík, har teir ásanna, at 4-1 og 4-0 tap ímóti KÍ í ávikavíst steypakappingini og landskappingini ber boð um, at tað ikki er nóg gott.

 

Í dag hevur felagið gjørt avtalu við tveir spælarar, sum skulu vera við til at økja um kappingina um miðvallarplássini. Annar er verjukendi miðvallarin Høgni Madsen, sum higartil í ár hevur spælt við B36, og hin er Betuel Hansen, sum er uppvaksin í NSÍ, men sum tey seinnu árini hevur verið í Danmark, har hann hevur spælt við Silkeborg.

 

Anders Gerber, venjari, sigur soleiðis um Høgna Madsen:

-Hann er ein hart arbeiðandi leikari, ið við sínum royndum gevur okkum nakrar aðrar  styrkir á miðvøllinum. Hann passar væl inn í verandi hóp, og kann geva okkum nakað, ið vit mangla. Hann tosar væl, stríðist nógv, og er upp á nógvar mátar ein harður leikari. Royndirnar hjá honum fara at koma væl við hjá, sigur Anders Gerber.

 

Betuel Hansen er væl kendur við Løkin. Hann spældi sum sekstan ára gamal fyrstu ferð á besta liðnum. Anders Gerber kennir Betuel væl frá Silkeborg, har NSÍ venjarin arbeiddi, áðrenn hann fyrr í ár flutti í NSÍ:

-Betuel er góður á vøllinum og kann brúkast í fleiri plássum, og so hevur hann eitt gott skot, sigur Anders Gerber við nsi.fo.