NSÍ stríddist væl við 10 monnum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hóast 1-3 tapið ímóti TB, so vil NSÍ-venjarin rósa avrikinum hjá sínum monnum, sum spældu við 10 monnum størsta partin av dystinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber aftaná 1-3 tapið hjá NSÍ ímóti TB suðuri í Trongisvági fyrr í dag.

 

Hóast tapið, so heldur Anders Gerber, at hansara menn løgdu eitt gott avrik fyri dagin, har teir stríddust væl 10 ímóti 11 størsta partin av dystinum, tí Jann Benjaminsen var vístur av vølli, tá 24 minuttir vóru farnir av dystinum. Anders Gerber heldur, at NSÍ megnaði at trýsta TB væl og virðiliga hóast undirtalsstøðuna.

 

Danski venjarin ásannar tó, at NSÍ ikki er í einari góðari gongd fyri tíðina við fleiri tapum á rað í effodeildini, og í steypakappingini, men hann slær fast, at nú ætlar teir sær uppá hestin aftur, sum tikið verður til í fótbóltsheiminum. 

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá dystinum í dag