B36´arnir fóru nipnir úr Gundadali í dag. Móti NSÍ sótu teir fullkomuliga á dystinum fyri steðgin, og teir skaptu eisini fleiri góðar møguleikar.
Men talan gjørdist tó bert um málið, sum Mikkjal Thomassen bankaði inn upp á brotsspark. Eitt brotsspark, sum Jens Martin Knudsen noyðist at taka á sín kappa.
Eftir steðgin byrjaði B36 eisini væl, men so líðandi tók NSÍ alt meira yvir. Og fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist teimum eisini at javna, tá Óli Hansen var fyrri enn Jákup Mikkelsen á hornasparki.
Soleiðis komu bæði liðini ájavnt EB/Streymi, sum tapti sín dyst á Skála.