Stigatalvan sigur, at heimaliðið er favorittur, tá ið EB/Streymur seint seinnapartin í dag fær vitjan av NSÍ, og úrtøkan nógvu tey seinastu umførini bendir á tað sama.
Hagtølini siga, at NSÍ stendur seg væl við Margáir, meðan EB/Streymur seinastu árini hevur vunnið størri úrtøku í Runavík, enn tað hevur eydnast at vunnið á heimavølli ímóti NSÍ.
Tað eru meiri enn trý ár síðani, at EB/Streymur vann landskappingardyst á heimavølli ímóti NSÍ. 6. august í 2008 var úrslitið 2-0 til EB/Streym. Síðani hevur NSÍ hvørja ferð megnað úrtøku í Sundalagnum.
Flaggdagin var úrslitið 2-2., og úrslitið var nett tað sama, tá ið liðini 11. juni í 11. umfari hittust við Løkin í Runavík. Hesi bæði liðini hittust eisini í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tað var 4. mai í Runavík, og tá vann EB/Streymur 3-0.
Síðsti NSÍ sigurin við Margáir var í 2009, tá ið málrík uppgerð endaði 4-3 til gestirnar.
Arnbjørn Hansen var so mikið skaðaplágaður á landsliðsferðini til Serbia, at hann var ikki førur fyri at spæla.
Tveir av lyklaspælarunum hjá NSÍ eru leikbannaðir í dag, tí teir hava fimm gul kort á kontuni. Talan er um miðvallaran Jústinus R. Hansen og álopssveteranin Christian Høgna Jacobsen. Miðvallarin Fritleif í Lambanum er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður, tá ið NSÍ fyri tveimum vikum síðani vann 2-1 á heimavølli ímóti B68.
Heimasigurin á B68 var fyrsti sigurin hjá NSÍ í sjey umførum. Úrtøkan hjá NSÍ hevur seinastu sjey umførini verið sjey stig. Seinastu sjey umførini hevur EB/Streymur vunnið átjan stig seks sigrar og eitt tap og haraftrat vann EB/Streymur fyrst í august steypafinaluna.
EB/Streymur er á triðja plássi við 38 stigum fyri 18 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 29 stigum fyri 19 dystir.
Fyrsta bríkslið við Margáir verður klokkan 17.30, og Eiler Rasmussen verður dómari.