NSÍ stendur seg væl í Gøtu

Fyrsti dysturin í 4. umfari í Formuldadeildini verður longu í dag í Sarpugerði. Fyrsta bríkslið í oyggjauppgerðini millum Víking og NSÍ verður klokkan 18.

 

Talan er sjálvsagt um fyrstu uppgerðina í landskappingini millum Víking og NSÍ. Men harfyri ber til at staðfesta, at NSÍ plagar at standa seg væl í Sarpugerði. Tølini siga, at síðsti heimasigurin í Sarpugerði ímóti NSÍ var í 2000, tá ið GÍ vann 1-0.

 

Síðani hava tíggju dystir verið spældir í Gøtu millum GÍ og NSÍ. Fimm ferðir hevur NSÍ vunnið, og fimm ferðir hevur tað verið javnt. Í fjør vann NSÍ báðar dystirnar í Gøtu.

 

Hjá Víkingi eru allir tøkir uttan álopsspælarin Adrian Joensen. Hjá NSÍ hevur tað í vikuni ikki staðið so væl til við fólki, men tað verður roknað við, at allir fara at vera tøkir í kvøld.