NSÍ spældi við eld og brendi seg næstan

Meistararnir spældu á heimavølli fuglfirðingar út av vøllinum, inntil fleiri útskiftingar vórðu framdar, og heimasigurin gjørdist so lítil, sum tað ber til at vera, tá ið øll stigini skulu vinnast

Fótbóltur

 

Tað gjørdist síðstu løtuna í góðveðrinum við Løkin nógv meiri spennandi, enn fyrstu 85 minuttirnir høvdu lagt upp til, at tað skuldi verða.

Eftir at NSÍ hevði lagt seg framum við trimum málum, vórðu tríggjar skiftingar gjørdar á heimaliðnum. Tað verður neyvan sagt, at hetta var fyri at spara spælarar, tí sigurin var tryggjaður. Og tað er heldur ikki fyri at seta niður á teir tríggjar evnagóðu spælararnar, sum trinu vøllin fyri meistararnar, at tað verður víst á, at tað var eftir skiftingarnar, at fuglfirðingarnir skoraðu tvey mál.

Høgni Madsen var fyrstu løtuna framúr á ÍF miðvøllinum. Síðani var hann eitt sindur darvaður av, at hann tíðliga sá gult. Men fram ímóti dystarenda var um reppið, at hann var orsøk til, at gestirnir fóru við einum stigi. Høvdu teir tað, so hevði talan verið um tað næsta, sum tað ber til at koma stuldri í fótbólti, tí leingi var lítil – ógvuliga lítil – stiril í ÍF spælarunum, ið tóktust mettaðir av teimum trimum stigunum, sum teir mikukvøldið á heimavølli vunnu ímóti B36.

Við brakandi skoti úr tíggju metrum og umvegis tvørtræið minkaði Høgni Madsen, sum var farin framvið innskifta Einari Hansen, um munin til 3-1, tá ið tað restaðu fimm minuttir. So koppaði alt. NSÍ spælararnir, sum høvdu verið einaráðandi, høvdu skorað trý mál og spælt seg fram til fleiri aðrar heilt stórar málmøguleikar, tóktust ikki heilt at vita, hvørjum beini teir skuldu standa á.

Ein av luksus útskiftingunum hevði verið, at sera raski og tryggi Jónas Þór Næs var tikin av høgra vongverja, og tað hevði fleiri broytingar við sær. Í síðstu sekundunum gjørdist fyrrverandi NSÍ spælarin Andy Olsen blankur í vinstru – har sum Jónas hevði verið so stinnur – og so varð 3-2. Fuglfirðingar skundaðu sær aftur á egnu hálvu. Deymurin av javnleiki og stigi stóð teimum í næsarnar. Men Petur Reinert, sum hevði fínt tamarhald á, bríkslaði fyri síðstu ferð, og so var tað greitt, at NSÍ hevði vunnið øll stigini.

Alt annað hevði verið órímuligt. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan setti NSÍ seg skjótt á illa uppløgdu mótstøðumenninar. Bogi Løkin, Nenad Stankovic, og Hjalgrím Elttør vóru meistarar fyri fleiri góðum álopum, og Karoly Potemkin og Øssur Dalbúð vóru í fremstu røð væl upplagdir.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki bar hetta úrtøku við sær. Bogi Løkin og Hjalgrím Elttør vóru kreatørar, og Karoly Potemkin sendi av brotsteigarmarkinum bóltin í málið dygst niðri við stólparótina.

Tíggju minuttir seinni var aftur galið hjá fuglfirðingum, sum ikki vóru nóg neyvir við eftiransingunum, og sum ikki vóru nóg skjótir, tá ið tað ráddi um næstu bóltarnar. Eftir fínt uppspæl smekkaði Bogi Løkin til. Andras Gango hálvbjargaði, men bólturin fór eitt sindur út í høgru hjá NSÍ, har Øssur Dalbúð var leysur og sendi bóltin í handara síðunetið.

Eftir steðgin var NSÍ yvirvágin ikki minni, teir høvdu bóltin á stólpanum, og eftir ein tíma skoraði Hjalgrím Elttør triðja málið. Eisini hesa ferðina var landsliðsspælarin Bogi Løkin við í uppspælinum.

Spurningurin var so, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað vil siga, um hann skuldi verða trý mál, ella um hann skuldi verða uppaftur størri.

So var tað, at teir í NSÍ fóru at spæla við eld. Rútman og fokus hvurvu, fuglfirðingar tóku av, og úrslitið gjørdist nett tað sama, sum tað varð, tá ið NSÍ tíðliga í ár vann 3-2 á heimavølli ímóti ÍF.

Men hesa ferð var tað lítið og einki, sum minti á dramatisku uppgerðina fyrr í ár. Burtursæð frá tá ið NSÍ gav fuglfirðingum lítlafingur, og teir tóku alla hondina – næstan!