NSÍ spældi við eld

Tað eydnaðist tó favorittunum at vinna øll stigini, eftir at AB síðstu løtuna hevði fleiri góðar møguleikar og minkaði um munin

Fyrsti dysturin hjá NSÍ, eftir at Glenn Ståhl fekk sekkin, og Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen tóku við venjarastarvinum, endaði við 2-1 sigri í góðveðrinum á Argjum.

Í fyrra hálvleiki sá tað út til, at hetta fór at verða soleiðis, sum støðutalvan bendi á, at tað fór at gera.

Petur Knudsen setti hol á í áttanda minutti. Hetta var 13. máli í ár hjá Peturi, sum er toppskjútti hjá NSÍ – eitt mál frammanfyri Klæmint A. Olsen. Uppleggið átti Búi Egilsson, sum hevur verið nógv skaðadarvaður og í dag var millum teir fyrstu ellivu sættu ferð.

Tríggjar minuttir undan steðginum økti miðvallarin Jesper Flinck Christjansen um munin til 2-0. Uppleggið átti Petur Knudsen.

AB vísti fínan hugburð, og tað var ikki so stórur munur á liðunum. AB vann 10 hornaspørk, og NSÍ vann fimm hornaspørk. AB hevði 10 royndir á og framvið NSÍ málinum, og NSÍ hevði 10 royndir á og framvið AB málinum.

NSÍ hevði fýra stórar málmøguleikar, og AB hevði tríggjar stórar málmøguleikar.

Sum seinni hálvleikur leið, spenti heimaliðið álopsbogan alt meiri, og tað vóru fleiri spentar støður í og kring NSÍ brotsteigin.

Síðstu løtuna hevði AB fleiri heilt stórar málmøguleikar, og tað kendist vera heilt undarligt, at tað ikki eydnaðist at fáa bóltin í NSÍ málið.

Soleiðis var tað í vanligu leiktíðini. Tá ið klokkan var farin ein stóran minutt út um vanligu leiktíðina, eydnaðist tað loksins AB at skora. Eftir fleiri ferðir aftur og fram var tað innskifti Bartal S. Petersen, sum skoraði.

NSÍ reið stormin av, og nú hevur NSÍ 50 stig og er næstovast – tvey stig frammanfyri KÍ, ið hevur spælt tveir dystir færri enn NSÍ.

 

AB – NSÍ 1-2 (0-2)

0-1: Petur Knudsen

0-2: Jesper Flinck Christjansen

1-2: Bartal S. Petersen

AB: Silas Eyðsteinsson – Jónas Stenberg (Bartal S. Petersen, 70.), Sørin Samuelsen, Gert Drangastein (Mikkjal T. Hentze, 56.), Asbjørn Heðinsson – Jákup Pauli Breckmann, Gilli Róason – Jasper Van Der Heyden, Rógvi Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Hans  Jákup Annfinsson (Adeshina Lawal, 25.)

NSÍ: Tórður Thomsen – Jann J. Benjaminsen (Bárður J. Hansen, 73.), Jóhan Troest Davidsen, Jákup Jakobsen, Pætur Turiðarson Skipanes – Jesper Flinck Christjansen, Rógvi Egilstoft – Búi Egilsson (Aron Knudsen, 67.), Mórits Heini Mortensen, Petur Knudsen (Steffan A. Løkin, 84.) – Klæmint A. Olsen