NSÍ snýtti HB

1.DEILD: Fram móti dystarenda kostaði tað alt hjá HB, at liðið síðsta stóra hálva tíman var undirmannað

Teir næstbestu hjá NSÍ fóru í kvøld av ovara vølli í Gundadali við øllum stigunum, eftir at teir høvdu spælt ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Úrslitið var 2-1 til NSÍ, eftir at NSÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.

Andri Benjaminsen var í kvøld á næstbesta liðnum allan dystin á tamb. Síðsta leygardag var hann á besta liðnum, sum tapti 2-1 á Skála. Í kvøld legði Andri Benjaminsen NSÍ framum í 19. minutti.

HB javnaði í fyrsta minutti eftir steðgin. Málskjútti var Jógvan Skeel Nolsøe.

So hevði heimaliðið møguleika rættiliga at fáa um endan. Tann møguleikin minkaði kortini nóigv, tá ið ein lítil tími var farin, tí tá sá liðformaðurin og miðverjin Símun N. Samuelsen beinleiðis reytt kort.

Tað bar við sær, at HB í 22 minuttir spældi ellivu ímóti tíggju.

Tíggju minuttir restaðu, tá ið innskifti Martin Klein Joensen legði NSÍ framum 2-1, sum vísti seg at vera sigursmálið. 19 ára gamli Martin er uppvaksin í Víkingi, sum hann umboðaði øll árini fram til 2017, tá ið hann fram ímóti kappingarloki spældi fimm dystir á næstbesta NSÍ liðnum. Í fjør var hann tíðliga í kappingini fimm ferðir á næstbesta Víkingaliðnum, og í ár er hann aftur í NSÍ.

NSÍ hevur seks stig fyri fýra dystir, og HB hevur trý stig fyri fýra dystir.

Um eina viku skal HB spæla ímóti B36, og NSÍ skal til Klaksvíkar.