FØROYAMEISTARAR
Eina ferð mitt í summar høvdu vit frásøgn frá steypakappingini í smádreingjadeildini. Tá snúði søgan seg um, at NSÍ smádreingirnir høvdu vunnið steypakappingina. Finaluna vunnu teir 1?0 á B36. Tann finalan varð spæld í Gøtu.
Nú hava NSÍ smádreingirnir aftur vunnið gull. Hesa ferð er tað í landskappingini. Og tað var ikki við mýkindum, at evnaríku 12?14 ára gomlu NSÍ ararnir fóru ígjøgnum hetta kappingarárið. Teir taptu einans tveir dystir. Talan var um tveir landskappingardystir, sum vórðu spældir í undanumfarinum. Tá ið hesir dystirnir vóru á skránni, var tað longu greitt, at NSÍ hevði tryggjað sær pláss í endaumfarinum.
Eftir summarsteðgin var NSÍ rættuliga sannførandi. Teir vunnu allar dystirnar, og fjarstøðan frá gullplássinum og aftur til hini boðar frá, at talan hevur verið um eitt lið, sum so at siga hevur verið í flokki fyri seg sjálvt. HB smádreingirnir fingu silvurmerkini. Teir vóru tíggju stig lakari enn NSÍ.
Venjarar hjá smádreingjunum hava verið Meinhardt Dalbúð og Trygvi Mortensen, sum nú eru komnir í tann aldurin, at teir eiga spælarar á hesum liðnum. Venjararnir báðir vóru í síni tíð kendir fótbóltsspælarar. Meinhardt var rættuliga málsøkin álopsspælari. Hann tráddi sínar fótbóltsskógvar í Fuglafirði, har hann var á unglingaliðnum, sum vann FM í 1975. Blaðungur kom hann á besta liðið, og toppin rakk hann longu í 1979. Tað árið vann ÍF fyrsta og higartil einasta FM heitið, og Meinhardt Dalbúð var toppskjútti í 1. deild. Seinni var Meinhardt í Danmark og so í B36. Hann hevur verið venjari á Skála, í Leirvík og í barndómsfelagnum í Fuglafirði.
Trygvi Mortensen spældi altíð við NSÍ. Hann var stundum málverji og stundum var hann úti á vøllinum ? bæði á miðvøllinum og í miðverjuni. Hann hevur fleiri ferðir verið venjari hjá NSÍ í 1. deild, hann hevur havt ábyrgdina av unglingaliðnum, í fjør var hann venjari hjá EB/Streymi í 1. deild, og í ár hevur hann, umframt at venja smádreingjaliðið, verið hjálparvenjari í 1. deild.
Sjálvandi fegnast smádreingirnir í Runavík um, at tað í ár eydnaðist teimum at vinna báðar kappingarnar. Tað er kortini ikki nakað nýtt, at nógvir av hesum dreingjunum vinna. Í fjør vunnu teir eisini bæði landskappingina og steypakappingina í smádreingjadeildini.
Sjálvandi ber tað ikki til at siga nakað um, hvussu tað fer at roynast næsta kappingarár. Men tað er einki at ivast í, at NSÍ tá fer at vera við í kappingini um heiðursmerkini bæði í dreingjadeildini og í smádreingjadeildini. Næsta ár fara teir dreingirnir, sum í fjør vunnu báðar kappingarnar í smádreingjadeildini, at spæla saman í dreingjadeildini.
Í NSÍ hava teir tað seinasta árið lagt nógva orku í at menna bestu spælararnar. Ábraham Løkin hevur staðið fyri talentvenjingini, sum teir rópa hesar servenjingarnar, har evnaríkir spælarar úr fleiri aldursbólkum venja saman. Ætlanin er at halda á við hesum venjingunum í vetur.
Ítróttarsosialurin ynskir NSÍ smádreingjunum hjartaliga tillukku við øllum gullinum.