Fótbóltur
Tá spælararnir hjá NSÍ fóru á vøllin til seinasta hálvleikin á árinum, kendu teir fortreytirnar. B68 hevði í evstu løtu mist sigurin í Gundadali, og tí vóru trý stig í Fuglafirði meira enn vanliga týðandi.
Fyri steðgin hevði talan ikki verið um tað stóra fótbóltsspælið. Vindurin var nógvur í Fuglafirði, og tað bar við sær, at dómarin í tveimum førum gjørdi av at útseta dystin, so hesin byrjaði ein tíma seinni enn dystirnar aðrastaðni í landinum. Hetta tí FSF longu tíðliga um dagin hevði heitt á dómararnar um heldur at bíða nakað við at floyta ígongd, so vandin fyri at flyta dystir til sunnudagin gjørdist minst møguligur. Ein avgerð, sum eisini hepnaðist væl, tá tað eydnaðist at gjøgnumføra alt umfarið leygardagin.
Søtur sigur
Tað var tó um reppið, at alt fór í fisk hjá NSÍ. Fuglfirðingar høvdu nevnliga ikki ætlanir um at lata nakað sum helst fyri einki, og tá Poul Ennigarð stútaði hornaspark í netið, stóð veruliga á hjá runavíkingunum.
Men tá var tað, at ungu landsliðsspælararnir hjá runavíkingum traðkaðu í karakter. Johan Troest Davidsen javnaði eftir hornaspark, og Einar T. Hansen legði NSÍ framum – somuleiðis eftir hornaspark.
So var NSÍ á sigurskós, og tá Bogi Løkin segði farvæl og takk á hesum sinni við málinum til 3-1, kundi kassameistarin hjá NSÍ draga andan lættari. Sjálvandi skal peningur eisini nýtast til ferðing og fyrireiking, men tær 680.000 krónurnar, sum eitt pláss í Europa gevur, koma væl við hjá runavíkingum, sum í ár hava verið í hørðum stríði við Víking og B68 um europisku billettirnar. Og tað mundi kennast eyka søtt, at tað akkurát vóru grannarnir av Toftum, sum at enda máttu boyggja seg í hesum stríðnum.










