NSÍ skrædlaði sandoyingar

Eftir at tað leingi var tætt og javnt, so endaði tað við, at NSÍ vann 6-1 á útivølli ímóti B71. NSÍ ferðalagið, sum hevur verið á Sandi í góðveðrinum í dag, er í góðum hýri. Tað hava tey alla orsøk til, tí NSÍ hevur 6-1 sigur í viðførinum.

Fyrsta tíman var tað einki, sum bendi á, at talan skuldi gerast um stórsigur. NSÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli, sum veteranurin Heðin á Lakjuni skoraði, og tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Ebbe Kristin Thomsen fyri B71.

Lítla løtu eftir útjavnandi málið svaraði NSÍ aftur, tá ið sandoyingurin á NSÍ miðvøllinum, Magnus Olsen, skoraði, og so gekk skjótt.

Klæmint A. Olsen og Christian Høgni Jacobsen skoraðu báðir, og nú eru teir toppskjúttar í Vodafonedeildini. Christian Høgni hevur skorað átta mál, og Klæmint A. Olsen hevur skorað sjey mál.

 

B71-NSÍ 1-6 (0-1)

Dómari: Lars Múller

0-1: Heðin á Lakjuni 27.

1-1: Ebbe Kristin Thomsen 53.

1-2: Magnus Olsen 55.

1-3: Heðin á Lakjuni 63.

1-4: Klæmint A. Olsen 71.

1-5: Christian Høgni Jacobsen 74.

1-6: Klæmint A. Olsen 81.

B71: Símun Rógvi Hansen - Rúni Joensen (Finn Erik Thomsen, 58.), Allan Tungá, Bojan Zivic, René Clementsen - Høgni Midjord, Thomas Hans Rubeksen, Joseph Bassena, Bogi Hermansen, Ebbe Kristin Thomsen (Marcus Klementsen, 64.) - Tijani Mohammed

Gult kort: Allan Tungá, René Clementsen, Høgni Midjord

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Jens Joensen, Einar Hansen - Mamuka, Jústinus R. Hansen, Magnus Olsen (Debes Danielsen, 77.), Heðin á Lakjuni (Árni Frederiksberg, 84.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Helgi L. Petersen, 80.)

Gult kort: eingin

 

90 min.

Liðugt

1-6!!

 

---

 

85 min.

1-6

Klæmint A. Olsen hevur syrgt fyri tennisúrsliti á Sandi!

NSÍ hevur gjørt fleiri skiftingar: Debes Danielsen er komin á vøllin fyri Magnus Olsen, veteranurin Helgi L. Petersen er komin inn fyri Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg er settur á vøllin í staðin fyri Heðin á Lakjuni.

 

--

 

75 min.

1-5

NSÍ hevur orduliga undirstrikað, at tað er munur á teimum, sum stríðast fyri at vera við í kappingini um FM og teimum, sum noyðast at arbeiða hart fyri at sleppa undan at flyta niður.

Eftir stuttari løtu hevur B71 skorað tvey mál. Klæmint A. Olsen var púra leysur, tá ið hann skoraði til 4-1, og liðformaðurin Christian Høgni Jacobsen var eisini púra leysur, tá ið hann økti til 5-1!!

 

---

 

65 min.

1-3

Nú hevur NSÍ rættuliga tikið sær um reiggj. Eftir at teir fangaðu mótstøðumenninar, sum vóru á veg í álop, gjørdi NSÍ skjótt av. Heðin á Lakjuni rak fram ímóti brotsteiginum, og so smekkaði hann bóltin inn undir samankomingina.

 

---

 

60 min.

1-2

Sandoyingarnir høvdu ikki meiri enn fingið armarnar niður aftur eftir fagnaðin um útjavnandi málið, tá ið NSÍ skoraði. Málskjútti var miðvallarin Magnus Olsen, sum eftir innlegg frá Christian Høgna Jacobsen úr vinstru setti bóltin í málið.

 

---

 

55 min.

1-1

Tað hava verið málmøguleikar í báðum endum, og nú er javnt. Miðvallarin í vinstru, Ebbe Kristin Thomsen, sneiddi seg leysan og sendi bóltin framvið Andras Gango og inn við handara stólpa.

 

--

 

45 min.

Hálvleikur

0-1

Teir eru farnir at hvíla seg í góðveðrinum á Sandi.

Eingin ivi er um, at tað eru gestirnir úr Runavík, sum hava víst betri fótbóltsspæl við tyngd og hugflogi.

Men í málmøguleikum hevur býtið ikki verið so ójavnt. B71 var nær við, tá ið Bojan Zivic eftir hornasparksinnlegg stýrdi bóltin dygst skeivu megin stólpan.

Álopsspælið hjá B71 er nógv rættað ímóti longum sendingum fram til sera skjóta og málsókna Tijani Mohammed.

 

--

 

40 min.

0-1: Heðin á Lakjuni

Líkindini at spæla fótbólt eru ógvuliga góð á Sandi, har NSÍ vitjar á fína og nýggja graslíkinum.

Talan hevur higartil verið um lívliga uppgerð, og tá ið hálvur tími var farin, var tað miðvallarin í vinstru hjá NSÍ, Heðin á Lakjuni, sum við fínum skoti sendi bóltin inn um Símun Rógva Hansen í B71 málinum.

 

B71-NSÍ

Dómari: Lars Múller

B71: Símun Rógvi Hansen - Rúni Joensen, Allan Tungá, Bojan Zivic, René Clementsen - Høgni Midjord, Thomas Hans Rubeksen, Joseph Bassena, Bogi Hermansen, Ebbe Kristin Thomsen - Tijani Mohammed

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Jens Joensen, Einar Hansen - Mamuka, Jústinus R. Hansen, Magnus Olsen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen