NSÍ skal siga takk fyri seinast

Í 7. umfari, sum var á skránni 2. mai, vann EB/Streymur tepurt 1-0 á NSÍ. Síðani tá hevur NSÍ ikki tapt. Teir í Runavík hava vunnið seks ferðir, og eina ferð hava teir spælt javnt ? 1-1 í Gundadali ímóti B36. Góða gongdin hevur borið við sær, at NSÍ nú er oddalið.

Hjá EB/Streymi hevur tað síðani sigurin á NSÍ verið meiri upp og niður. Teir hava vunnið tríggjar ferðir, spælt eina ferð javnt og tapt tríggjar ferðir. Tí er oddasessurin gloppin teimum av hondum, og EB/Streymur hevur illa ráð at tapa við Løkin í dag.

Hjá EB/Streymi er Ronnie Samuelsen við aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Sorin Anghel, sum hevur sitið skaddur uttanfyri í nógvar vikur, verður førur fyri at spæla.

Allir NSÍ spælararnir verða sagdir at vera tøkir. Eisini Andersson Casthilio, sum orsaka av skaða ikki var við í Vági.