NSÍ skal halda fast um oddastøðuna

Spennandi dystir í Vodafonedeildini eru fyri framman. NSÍ skal halda fast um oddastøðuna í deildini, meðan botnliðini, AB og FC Suðuroy, skulu til at fáa stig undir land, um skúturnar ikki skulu søkka.
15. umfar í Vodafonedeildini er deilt yvir tríggjar dagar. Tveir dystir vóru í gjár, ein verður í dag og tveir dystir verða í morgin. Dysturin í dag er í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur tekur ímóti FC Suðuroy. Dystirnir í morgin eru í Runavík millum NSÍ og B36, og á Argjum millum AB og B68.

Vikingar royna at bjarga kappingarárinum
Víkingur roynur av øllum alvi at bjarga einum undir miðal kappingarári, har tað hvørki hevur gingið eftir vild í landskappingini ella steypakappingini. Við einum sigri kemur Víkingur uppá 24 stig og so er ikki óhugsandi at teir kunnu gera seg galdandi í oddastríðinum. Fyri FC Suðuroy hevur dysturin stóran týdning í botnstríðinum, har teir og AB eru í vanda fyri at liggja eftir, nú hini liðini í niðarihálvu eru farin at samla sær stig saman.

Argjamenn við rygginum ímóti múrinum
Sigurin hjá B71 á Ólavsøku ímóti HB kom illa við hjá AB og FC Suðuroy. Bæði liðini hava nú seks stig upp til Sandoyingar, men nú er B68 eisini komi í klemmu í botnstríðinum. Teir eru nú yvirhálaðir av B71 og skulu út á Argir týskvøldið. Fyri AB hevur dysturin alstóran týdning, tí tapa argjamenn, so eru lang upp til niðurflytingarstrikuna. Vinna argjamenn hinvegin, so hava teir 13 stig og eru bara tvey stig frá niðurflytingarstrikuni og toftamenn kunnu av álvara kenna seg hóttar.

Runavíkin skal verja borg
NSÍ er oddalið í Vodafonedeildini og hevur eitt stig fleiri enn HB, sum eisini hevur spælt ein dyst meira. NSÍ tekur í kvøld ímóti B36, sum ikki tók av møguleikanum at blanda seg uppí oddastríðið á Ólavsøku, tá teir taptu fyri Víkingi. Tá Brian Kerr herfyri tók út landsliðið, ið skal spæla ímóti Estlandi, vóru ikki færri enn fimm leikarar úr NSÍ. Tað prógvar, at NSÍ hevur eitt gott lið í ár og við einum sigri á B36 fer at síggja heilt gott út á stigatalvuni.