NSÍ skal greiða sína skyldu

Runavíkingar ásanna, at aldrin áður hevur felagið ligi so væl fyri í landskappingini, og skal føroyameistaraheitið gerast veruleiki í ár, so skulu teir vinna á EB/Streymi sunnudagin

Sunnudagin fáa runavíkingar vitjan av sundalagsmonnum. Tað er ongin ivi um, at kravið hjá NSÍ er trý stig sunnudagin. Runavíkingar eru í løtuni á odda í landskappingini, og steypavinnararnir tykist í løtuni at vera besta boð á ein FM-vinnara í heyst.

EB/Streymur stríðist framvegis fyri niðurflyting, men kunnu við trinum stigum afturat, nærum tryggja sær framhaldandi sess í 1. deild komandi kappingarár. Ongi ivi er tó um, at sundalagsmenn hava ein sera torøra uppgávu sunnudagin.

Lagi gott í Runavík
Úr Runavík verður sagt, at fótbóltslagið er so gott sum ongantíð áður.

? Tað verður tosað um fótbólt alla staðni man kemur, og tað er bara stuttligt, sigur venjarin hjá NSÍ, Jógvan Martin Olsen.

NSÍ hevur aldrin ligið so væl fyri í 1. deild, so langt út í kappingarárið, og tí er onki undarligt í, at lagið er gott í Runavík, nú møguleiki er fyri at vinna føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

Undan dystinum í vikuskiftinum, hevur NSÍ nakrar skaðar at dragast við. Pól Thorsteinsson mátti geva avboð til landsdystin ímóti Liktinstein, og hann er framvegis skaddur, og lítið røkist fyri, at gerst klárur til dystin sunnudagin. Helgi L. Petersen mátti lata seg útskifta ímóti Liktinstein, og hann verður sagdur at vera rættiliga ivasamur.

Runavíkingar vænta sær ein truplan dyst, og ásanna tó, at um NSÍ skal vera í FM-kappingini, so skal dysturin vinnast ímóti EB/Streymi.

Sorin Angel við aftur
Størsti profilurin hjá EB/Streymi, Sorin Anghel, verður við aftur í vikuskiftinum. Hann hevur, vegna skaða, ikki tøkur hjá sundalagsmonnum í seinnu hálvu, og tí kemur tað væl við hjá EB/Streymi, at hann er tøkur aftur til endaspurtin í 1.deild í ár. Hóast smáskaðar eru í hópinum, so væntar venjarin hjá EB/Streymi, Trygvi Mortensen, at allir mans vera við í Runavík.

Hjá Trygva Mortensen er dysturin nakað heilt serligt, tí talan verður um fyrstu ferð, at hann verður venjari hjá einum mótstøðuliðið hjá NSI í Runavík. Sjálvur sigur Trygvi, at hann altíð fer at vera NSÍ´ari um ein háls, men nú er hann settur í starv sum venjari hjá EB/Streymi, og tað uppgávuna ætlar hann at røkja til fulnar.

Trygvi Mortensen letur ongan iva vera í, at NSÍ er stórfavorittur undan dystinum, og at EB/Streymur hevur eina rættiliga torføra uppgávu í Runavík.

- Megna vit at avmarka tapið, ella kanska fáa javnleik, so hevði tað verið eitt fínt avrik frá okkara síðu, sigur Trygvi Mortensen at enda.