NSÍ-Skála bíðar

Meðan hini liðini í Formula-deildini hava framskundað uppgerðirnar, sum skuldu verði spældar komandi vikuskiftið, hava NSÍ og Skála flutt sín dyst hinvegin.
Við upprunaligu dystarskránni í huga høvdu tveir av spælarunum hjá NSÍ lagt sær arbeiðsørindi uttanlands, soleiðis at teir vóru heima aftur til dyst um vikuskiftið. Ein ætlan, sum tó ikki sampakkaði, nú umfarið varð flutt fram.
Tað var tó skjótt, at semja fekst í lag við Skála, og nú er avtalað, at dysturin ístaðin verður spældur týsdagin, 16. mai.