NSÍ sigraði á Sandi

Hóast B71 var tvær ferðir á odda, so stóðu sandoyingar eftir við ongum

Talan var um favoritt sigur, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ seinnapartin vitjaðu á Sandi.

Gestirnir vunnu 4-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Longu í fyrsta minutti legði Bakary Bojang B71 framum, og tríggjar minuttir undan steðginum javnaði Mórits Heini Mortensen.

Átta minuttir eftir hvíldina legði B71 seg framum aftur. Hesa ferð var tað Tijani Mohammed, sum skoraði.

NSÍ svaraði lítla løtu seinni aftur við bæði at javna og at leggja seg framum.

Tveir minuttir eftir at B71 hevði lagt seg framum, var tað Hans Marius Davidsen, sum javnaði, og ellivu minuttir seinni – í 66. minutti – var tað Steffan Abrahmsson Løkin, sum skoraði til 3-2.

Seks minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Jógvan Højgaard NSÍ sigurin, tá ið hann økti til 4-2.

 

 

Úslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er ósigrað. Liðið hevur vunnið tríggjar ferðir og einaferð spælt javnt.

B71 hevur vunnið ein dyst og tapt tríggjar.