Løgmanssteypið
Leygardagin eydnaðist tað NSÍ á Valloyruni í Sandavági í triðju royndini í kappingini um Løgmanssteypið at fáa fulla úrtøku. NSÍ, sum fyrst tapti á heimavølli ímóti B36 og síðani megnaði javnleik í Klaksvík, vann 3?1, og sigurin var rudduligur. At kappingarneytarnir báðir, B36 og KÍ, fingu eitt stig í part í Klaksvík, hevur við sær, at NSÍ styrkti væl um sína støðu.
NSÍ var á odda 3?0, áðrenn Birgir Joensen fram ímóti dystarenda við hegnisligari skotroynd pyntaði um fyri heimaliðið.
Sjúrður Jacobsen setti hol á fyri NSÍ, tá ið eitt korter var farið. Talan var um brotssparksmál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Dánial Hansen, sum myndaði álopið saman við Helga L. Petersen, var feldur.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki var tað Óli Hansen, sum var upp á spæl. Sum ikki eina ferð so var tað við høvdinum og eftir hornasparksinnlegg, at Óli skoraði. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Helgi L. Petersen til 3?0, eftir at hann varð spældur púra leysur við málverjanum.
B36 og brotsspøkrini
Í fjør eyðmýkti B36 fleiri ferðir klaksvíkingar. Bæði í steypakappingini og í landskappingini. Leygardagin var B36 í Klaksvík. Talan var ikki um nakað serligt fótbóltsligt undirhald. Umstøðurnar vóru ikki góðar. Tað var vindur og regn og kalt.
Klaksvíkingar kundu gleðast um, at tað hesa ferð eydnaðist at standa B36 mát. Men samstundis mugu teir í KÍ ásanna, at hundranda árið higartil ikki hevur hilnast væl á heimavølli. Eftir at tað í síðstu løtu eydnaðist KÍ at fáa javnleik á heimavølli ímóti NSÍ, var uppskriftin næstan tann sama leygardagin ímóti B36. Tað restaðu fimm minuttir, tá ið Jan Andreasen við rimmar langskoti úr høgru og í handaru síðuna javnaði til 1?1.
Tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, fekk B36 mál eftir brotsspark, sum varð dømt, tí dómarin metti, at John Petersen varð togaður niður. Bárður Mortansson skoraði, eftir at hann hevði roynt seg tríggjar ferðir. Í fjør misnýtti B36 fleiri brotsspørk, og leygardagin misnýttu teir fyri aðru ferð í ár. Jákup Mikkelsen bjargaði fyrst í stórum stíli, men dómarin segði, at B36 skuldi fáa nýggjan møguleika. Aftur royndi Bárður seg, og aftur bjargaði Jákup. Men hesa ferð bara hálvbjargaði hann. Bárður var fyrstur á returbóltinum, og so var mál. Stutt eftir steðgin var John Petersen tætt við at seta hol á, tá ið hann við høvdinum sendi í tvørtræið eftir horna.
KÍ eigur FS Vágar á heimavølli skírisdag. Á útivølli skulu teir ímóti NSÍ og B36 syrgja fyri, at teir fáa pláss í fjórðingsfinaluni. B36 og NSÍ skulu spæla í Gundadali skírisdag.
Bólkur 1
KÍ?B36 1?1 (0?0)
0?1: Bárður Mortansson
1?1: Jan Andreasen
FS Vágar?NSÍ 1?3 (0?2)
0?1: Sjúrður Jacobsen br.
0?2: Óli Hansen
0?3: Helgi L. Petersen
1?3: Birgir Joensen