NSÍ reisti seg aftur

Christian Høgni Jacobsen legði heimaliðið á odda stutt undan steðginum. Men bara minuttin seinni javnaði Tróndur Sigurðsson fyri argjamenn.

 

NSÍ trýsti støðugt í seinna hálvleiki, og tað gav úrslit, tá umfarið var hálvrunnið. Jens Joensen var fyrstur á bóltinum aftaná hornaspark, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.

 

NSÍ er ovast í Vodafonedeildini aftaná 24 dystir. Runavíkingar eru ájavnir í stigum við HB, men NSÍ hevur betri úrtøku enn verandi føroyameistararnir. Liðini hava 45 stig. EB/Streymur er nummar trý við 42 stigum.

 

NSÍ ? AB 2-1 (1-1)

1-0: Christian Høgni Jacobsen

1-1: Tróndur Sigurðsson

2-1: Jens Joensen