Í NSÍ ræðast teir ongan

Einki er at siga til, at Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, var stak væl nøgdur, tá ið hansara menn høvdu vunnið 5-1 á Svangaskarði. Hetta er næststørsti NSÍ sigurin nakrantíð á Toftum. Í fyrraárið, tá ið B68 flutti niður, vann NSÍ 5-0 á Svangaskarði.
- Tað kendist eitt sindur striltið fyrstu løtuna. Men talan var ongantíð um panikk. Vit gjørdu onkrar justeringar á miðvøllinum. Óli Hansen gjørdist meiri verjukendur, og Bogi Løkin meiri álopskendur. Tí var tað eitt sindur undarligt, at Óli skoraði tvey tey fyrstu málini, heldur Trygvi Mortensen, sum eisini minnir á, at Sonni L. Petersen eftir uppspæl og innlegg úr høgru í tveimum førum átti at havt skorað í 1. hálvleiki.
Hvat var stóri munurin á liðunum?
- At vit eru meiri samanspældir. Tað sigur seg sjálvt. Vit hava ikki havt so nógvar skiftingar, meðan teir spældu við fleiri nýggjum monnum. Eg haldi eisini, at tað undan steðginum kendist, at okkara áttu meiri orku enn B68.
Hvussu við framtíðini?
- Hon sær ógvuliga spennandi út. Nú eru vit á øðrum plássi, og vit eiga dyst til góða móti B36. Vit ræðast ongan, men vit taka allar uppgávurnar í álvara. Tað verður torført móti ÍF, HB og B36, og so fæst at síggja, hvussu støðan verður, tá ið vit skulu norður á Mølina, hugleiðir Trygvi Mortensen.