NSÍ omaná í málríkari grannauppgerð

Hóast víkingar reistu seg og skoraðu tvey mál, so eydnaðist tað NSÍ at vinna grannauppgerðina 4-2

Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá ið NSÍ í grannauppgerð tók ímóti Víkingi.

NSÍ skoraði fýra mál í fyrra hálvleiki. Úrtøkan úr uppløgdum málmøguleikum var framúr stór. NSÍ átti fýra møguleikar í brotsteiginum, og tað fekk heimaliðið fýra mál burturúr.

Eftir steðgin koppaði alt. Víkingur minkaði beinanvegin um munin, og so vóru víkingarnir nógv grammari, betri i nærdystunum og neyvari í samanspælinum.

Tá ið Pól Jóhannus Justinussen hjá NSÍ sá gult fyri aðru ferð og heimaliðið harvið var undirmannað, gekk nógv tað mesta fyri seg í og kring NSÍ brotsteigin.

Talan var um fleiri spentar støður eftir deyðbóltar, bólturin var á stólpanum aftanfyri NSÍ málverjan, og Tórður Thomsen var brandur í NSÍ málinum.

Tað eydnaðist Víkingi at minka um munin til 4-2, men tá var so lítið av tíð eftir, at spenningurin var burtur.

NSÍ hevur eftir fýra dystir sjey stig, og Víkingur hevur fýra stig.

http://www.in.fo/myndasavn/

NSÍ – Víkingur 4-2 (4-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Jann Martin Mortensen

3-0: Klæmint A. Olsen

4-0: Jann Martin Mortensen br

4-1: Andreas Lava Olsen

4-2: Adeshina Lawal

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen – Peder Nersveen, Magnus H. Olsen – Jann Martin Mortensen, Búi Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen

REYTT KORT: Pól Jóhannus Justinussen 57.

Víkingur: Elias Rasmussen - Gert Hansen, Gunnar Vatnhamar, Milan Svojic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Vukasin Tomic, Heðin Hansen, Dion B. Splidt - Sølvi Vatnhamar - Adeshina Lawal

---

LIÐUGT

4-2

91) 4-2

4-2: Adeshina Lawal

Eftir langt innkast úr høgru og sending út frá baklinjuni smekkar Aseshina Lawal bóltin í málið.

90) 4-1

Fýra minuttir eru lagdir aftrat.

88) 4-1

NSÍ skiftir út: Verjuspælarin Per Langgaard avloysir miðvallaran Jann Martin Mortensen.

86) 4-1

GULT KORT: Andreas Lava Olsen hjá Víkingi.

82) 4-1

Sølvi Vatnhamar roynir seg við frísparki úr átjan metrum, og Tórður Thomsen tveitir seg og bjargar sera væl.

81) 4-1

Víkingur vinnur fríspark mitt fyri og átjan metrar úr NSÍ málinum.

79) 4-1

Tað regnar, og undanvindurin hjá Víkingi er vaksin. Síðstu lítlu løtuna hevur trýstið ímóti NSÍ málinum ikki verið so stórt og støðugt, sum tað var eina løtu.

77) 4-1

Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg í og kring NSÍ brotsteigin. Talan hevur verið um fleiri spentar støður, men tað verður bíðað eftir upplagda málmøguleikanum.

68) 4-1

NSÍ skiftir út: Betuel Hansen avloysir Magnus H. Olsen.

66) 4-1

NSÍ er støðugt í verjustøðu, og Víkingur er støðugt í álopi. Nú rakti bólturin handara stólpan eftir horna úr høgru frá Hanusi Jacobsen. Tað var Andreas Lava Olsen, sum royndi seg við stútara.

63) 4-1

Víkingur skiftir út fyri triðju ferð: Philip Djordjevic avloysir Dion B. Splidt.

60) 4-1

Víkingarnir eru hamskiftir. Teir vinna nærdystirnar, sum teir ikki vunnu í fyrra hálvleiki, teir bjóða seg til, og teir spæla seg til góðar málmøguleikar og deyðbóltar - bæði fríspørk og hornaspørk.

56) 4-1

REYTT KORT: Pól Jóhannus Justinussen hjá NSÍ sær gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini tað reyða.

52) 4-1

So er aftur tætt við, at Víkingur skorar. Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargar meistarliga, tá ið tað við handara stólpa og úr stuttari fjarstøðu verður stútað, eftir at Hanus Jacobsen við frísparki legði innfyri eitt sindur úr vinstru.

51) 4-1

Bárður J. Hansen avloysir Búa Egilsson hjá NSÍ.

48) 4-1

4-1: Andreas Lava Olsen

Hanus Jacobsen leggur við frísparki úr vinstru og til handara stólpa, har tað verður stútað innfyri aftur, og so stýrir Andreas Lava Olsen bóltin í málið.

--

Spælararnir eru á veg av vøllinum. Máltalvan vísir 4-0. NSÍ hevur vunnið mest sum fulla úrtøku úr møguleikunum, sum heimaliðið hevur havt í brotsteiginum.

Fyrstu løtuna var tað ikki so stórur á liðunum, og eftir innlegg og deyðbóltar hevði Víkingur onkrar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at vinna úrtøku.

Eftir at heimaliðið hevði lagt seg framum 2-0, sást munur á liðunum. NSÍ var flúgvandi, og víkingarnir hingu við høvdinum.

Víkingavenjarin Sámal Erik Hentze gjørdi tvær skiftingar. Av vøllinum fóru Gert Hansen og Vukasin Tomic og á vøllin vórðu settir Pól Enok Hansen og Elias Lervig.

Víkingaliðið var um skipað á tann hátt, at Pól Enok Hansen varð settur í miðverjuna fyri Gunnar Vatnhamar, sum varð fluttur fram á miðvøllin. Elias Lervig avloysti Gert Hansen á vongverjanum í høgru.

---

HÁLVLEIKUR

4-0

45) 4-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

43) 4-0

4-0: Jann Martin Mortensen br

Eiler Rasmussen peikar á brotssparksblettin, tá ið Pól Enok Hansen setir beinið fyri Klæmint A. Olsen, sum fer um koll í brotsteiginum. Jann Martin Mortensen, sum hevur verið við í uppspælinum til hini trý málini, er púra tryggur, tá ið hann úr ellivu metrum setir bóltin í málið.

40) 3-0

3-0: Klæmint A. Olsen

NSÍ gongur so at siga á vatninum, meðan tað sær alt annað enn væl út hjá Víkingi. Hesa ferð átti vongverjin í høgru Pætur Hentze innleggið, og aftur var tað Klæmint A. Olsen, sum mitt fyri málinum og við høvdinum setti bóltin í netið.

3-0 og onkrir víkingar tveita seg í ráðaloysi á vøllin.

36) 2-0

Víkingur skiftir út:

Av vøllinum fara vongverjin Gert Hansen og miðvallarin Vukasin Tomic.

Á vøllin verða settir Pól Enok Hansen og Elias Lervig.

33) 2-0

2-0: Jann Martin Mortensen

Peder Nersveen roynir seg við fínum langskoti. Elias Rasmussen hálvbjargar, og Jann Martin Mortensen er eitt sindur til vinstru fyrstur á returbóltinum.

Víkingur fyrireikar tvær útskiftingar.

30) 1-0

Pól Jóhannus Justinussen ger fríspark ímóti Andreas Lava Olsen tríggjar metrar frá baklinjuni í høgru. Hanus Jacobsen leggur innfyri, og Gunnar Vatnhamar stútar við handara stólpa væl omanfyri málið. Stórur Víkinga møguleiki.

27) 1-0

Víkingur spælir uppá tvørs frammanfyri egnan brotsspark. Tað endar við NSÍ frísparki mitt fyri og úr 20 metrum, men Klæmint A. Olsen sendir bóltin bæði omanfyri manngarðin og málið.

25) 1-0

Víkingur pressar øgiligt og vinnur horna, sum einki spyrst burturúr.

22) 1-0

1-0: Klæmint A. Olsen

NSÍ vinnur bóltin á miðvøllinum. Víkingaverjan er ikki ansin, tá ið Jann Martin Mortensen verður leysur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum, hann spælir uppá tvørs til Klæmint A. Olsen, sum takkar fyri og setir bóltin framvið Eliasi Rasmussen og í málið. 

21) 0-0

Fínt Víkingauppspæl endar við innleggi úr høgru frá Gert Hansen, Adeshina Lawal roynir seg við stútara, men bólturin fer væl omanfyri málið.

18) 0-0

Jann Benjaminsen roynir seg við frísparki ur 22 metrum. Bólturin fer omanfyri manngarðin og Elias Rasmussen í Víkingamálinum tveitir seg og bjargar dygst niðri við stólparótina.

13) 0-0

Nú var vandamikið frammanfyri NSÍ málið. Eftir kiks í NSÍ uppspælinum á egnari hálvu var borið skjótt at í høgru, og so fekk Tórður Thomsen í NSÍ málinum fatur á bóltinum, tá ið tað varð lagt innfyri. 

12) 0-0

Líkindini at spæla eru heilt góð við Løkin. Tað er turt og eitt heilt lítið høgættarlot. Men tað er bítandi kalt.

09) 0-0

NSÍ miðvallarin Peder Nersveen smekkar til úr 20 metrum, og Elias Rasmussen bjargar. Royndin var eftir fínt NSÍ samanspæl.

05) 0-0

NSÍ hevur havt horna í vinstru, men tað spurdist einki burturúr.

00)

Víkingaliðformaðurin Atli Gregersen er leikbannaður. Gunnar Vatnhamar er fluttur av vongverjanum í høgru og í miðverjuna. Veteranurin Gert Hansen er miðverji fyri fyrstu ferð síðani í 2017.

 

NSÍ – Víkingur kl. 19.00

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen – Peder Nersveen, Magnus H. Olsen – Jann Martin Mortensen, Búi Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen

Víkingur: Elias Rasmussen - Gert Hansen, Gunnar Vatnhamar, Milan Svojic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Vukasin Tomic, Heðin Hansen, Dion B. Splidt - Sølvi Vatnhamar - Adeshina Lawal