NSÍ ognaði sær stóra føðingardagsgávu

Nýggi steypavinnarin fylti fyrr í ár 60 ár, og venjarin fyllir 41 ídag

Tað er stórur fagnaður millum tey gulu og svørtu, og í hvítu leguni er vónbrotið málað í andlitunum á B36 spælarunum og viðhaldsfólkunum.

NSÍ hevur í kvøld vunnið 1-0 í finaluni um løgmanssteypið ímóti B36. Einsamalla málið skoraði Einar Tróndargjógv, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki.

 

NSÍ var ógvuliga væl skipað í verjupartinum. Símun Rógvi Hansen var so tryggur í málinum, sum hann kanska ongantíð hevur verið, og á sentrala miðvøllinum stríddust og pressaðu Karl Løkin og Betuel Hansen sum ongantíð áður. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá Karl Løkin reytt, og Betuel Hansen gult, men tað er longu gloymt.

 

-Vit hava síðani 2012 arbeitt við at mynda nýtt lið, og í kvøld síggja vit úrslitið av ti, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum ikki minst rósar verjupartinum.

-Vit vóru ógvuliga væl skipaðir, og tað sóu vit úrslitið av í kvøld. Tað eru tíggju ár síðani, at eg havi verið við til at vinna nakað, og tað kennist heilt fantastiskt, sigur NSÍ liðformaðurin.

 

NSÍ fylti 27. mars 60 ár, og hetta var vorðin sum føðingardagsgáva hjá felagnum.

NSÍ venjarin Anders Gerber fyllir 41 ár ídag. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var við í steypafinalu, og hetta var vorðin sum føðingardagsgáva hjá danska NSÍ venjaranum.

 

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2002, at NSÍ vinnur steypakappingina. Tá ið felagið í 2007 fylti 50 ár, eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at vinna meistaraskapin.

 

B36-NSÍ 0-1 (0-1)

0-1: Einar Tróndargjógv 36.

Dómari: Petur Reinert

3378 áskoðarar

B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odar Færø, Alex Mellemgaard (Hannes Agnarsson, 74.) – Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Benjamin Heinesen, 57.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Lukasz Cieslewicz

Venjari: Jákup á Borg

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Jens Joensen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard – Jann Benjaminsen (Jonleif Højgaard, 74.), Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Betuel Hansen, Einar Tróndargjógv – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

Gult kort: Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen

Reytt kort: Karl Løkin (tvey gul) 90.

Venjari: Anders Gerber