NSÍ og yvirtíðin eru í parti á Sandi

Christian Høgni Jacobsen syrgdi við fínum máli fyri tí, sum hann í summar varð fingin aftur til barndómsfelagið at gera

Fótbóltur

 

Tað var sera gott lag í NSÍ leguni, tá ið 23. maðurin á vøllinum fyri síðstu ferð hevði blást í Traðardali sunnudagin. Eftir nógv stríð hevði NSÍ við 3-1 sigri tryggjað sær gott útgangsstøði undan toppbrakinum um eina viku, tá ið B36 fer at vitja við Løkin.

Ikki minst hevði tað stóran týdning, at oddaliðið megnaði at reisa seg eftir óvæntaðu heimatapið ímóti Skála næstsíðsta umfar. Johan Nielsen plagar at spæla við sama liðnum mest sum hvørja ferð. Hesa ferð hevði hann umskipað verjuna eitt sindur, og tað eydnaðist.

At NSÍ fór av Sandi við øllum stigunum ber mót og dirvi við sær, og harvið eru fyritreytirnar undan oddabrakinum og stríðnum um FM heitið so góðar, sum tær kunnu vera.

Tað stóð nógv á, men tað eydnaðist hjá NSÍ, og síðstu løtuna sást, hvør munurin er á oddaliði, sum hevur stóra breidd, og á uppflytaraliði, sum stríðist fyri at spæla ungar menn inn á liðið, og sum er rættuliga sárbært yvirfyri leikbannum.

Tá ið mest stóð á, spenti NSÍ álopsbogan, og hann helt. Í summarsteðginum varð Christian Høgni Jacobsen fingin inn aftur til Runavíkar eftir HB útferð fyrrapartin av kappingarárinum. Setningurin hjá Christian Høgna er at skjóta málini, sum skulu til fyri at vinna stigini, ið eru neyðug, um fyrsta FM heitið nakrantíð skal vinnast til Runavíkar.

Tá ið tað bara restaði ein lítil løta, gjørdi landsliðsmaðurin tað, sum tað verður roknað við, at hann skal gera, og sum hann í fleiri ár í NSÍ hevur víst, at hann er bestur til. Eftir langa framlegging tamdi Christian Høgni bóltin, áðrenn hann snaraði um seg sjálvan, kom sær í góða støðu og smekkaði bóltin upp undir nettakið aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum er við at mennast til sannan álitisskansa millum B71 stólparnar.

Málið hjá Christian Høgna var avgerandi. NSÍ hevði góða løtu trýst fyri at fáa sigursmálið, men marginalirnir høvdu ikki verið á teirra síðu, tá ið eitt nú innskifti Øssur Dalbúð úr góðari støðu sendi dygst skeivu megin stólpan.

Í slíkum støðum er tað, at tann, sum ætlar sær at vinna FM, skal vísa format, og tað gjørdi NSÍ. Sandoyingar vóru vónbrotnir og royndu í yvirtíðini at flyta nógv fólk fram á vøllin í vónini um, at tað skuldi eydnast at javna. Í staðin var tað ein annar av teimum, sum er fingin til Runavíkar fyri at vera við til at vinna fyrsta FM heitið til NSÍ, sum gjørdi um seg. Hjalgrím Elttør skoraði til 3-1. Hann skræddi seg leysan av verjuni og var heppin, tá ið hann royndi sjálvur ímóti málinum. Tveir viðspælarar vóru púra blankir og bíðaðu eftir bóltinum!

NSÍ legði seg á odda, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at 1. hálvleiki. Málskjútti í tí førinum var Jónhard Frederiksberg. Eisini hann er komin til Runavíkar fyri at vera við til at gera NSÍ til meistara. Higartil hevur úrtøkan hjá skálamanninum ikki verið stór, um roknað verður í málum, og um sammett verður við tað, sum hann áður hevur avrikað á Skála. Men hesa ferð var Jónhard á rætta staðnum í røttu løtuni, og so beindi hann úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

Sutt eftir steðgin kom rættuligt lív i aftur, tá ið B71 javnaði. Talan var um rimmar mál frá einum av ungu monnunum, sum sandoyingar royna at seta við. Eftir horna og út frá smekkaði Gudmund Nielsen í besta Drogba stíli til, og bólturin sigldi yvir mannamúgvuni í NSÍ brotsteiginum og yvir høvdinum á Jens Martini Knudsen, sum mundi síggja bóltin ov seint.

So var tað, at Christian Høgni vísti, at hann framvegis er førur fyri at taka søkina í egnar hendur, og fyri aðru ferð í ár tryggjaði NSÍ sær sigurin á Sandi í evstu løtu.

Hagtølini siga, at ein stórur partur av fótbóltsdystunum verða avgjørdir síðstu fimm minuttirnar. Tá eru tað ofta, at tað koppar teimum til fyrimunar, sum hava breidd og tyngd, og soleiðis vísti tað seg eisini at vera hesa ferð á Sandi.