NSÍ og HB fulla úrtøku á útivølli

Eingin ivi var, tá ið oddaliðið HB so rudduliga vann fulla úrtøku í Fuglafirði, har ÍF leingi hevði lítið at bjóða uppá.

NSÍ vann sera fínan sigur í Gundadali, har Sam Malsom eftir lítlari løtu í 1. hálvleiki legði B36 framum við tveimum málum.

Í 2. hálvleiki megnaði NSÍ við framúr avriki at venda hóttandi tapinum til 3-2 sigur.

B68 var leikliga omaná í Gøtu, men úrslitið var 3-3. Toftamenn munnu iðra seg, hóast tað eydnaðist Øssuri Hansen hjá B68 at javna við framúr frísparki, tá ið tað restaðu tveir minuttir.

B68 misnýtti fleiri møguleikar í síðstu løtu, og í 1. hálvleiki bjargaði Geza Turi í Víkinga málinum brotssparki frá Nenad Stankovic.

Í Klaksvík legði KÍ bragdliga fyri, og áðrenn hálvleikurin var hálvrunnin hevði Kristoffur Jakobsen skorað tvær ferðir. Men undan steðginum hevði 07 Vestur svarað tvær ferðir aftur. Í báðum førum var Jens Erik Rasmussen málskjútti, og í 2. hálvleiki var størri tyngd í hjá 07 Vestur.

Á Argjum eydnaðist tað heimaliðnum at vinna eitt stig ímóti meistarunum í EB/Streymi. AB liðformaðurin Janus M. Joensen legði miðskeiðis í 1. hálvleiki heimaliðið á odda. Í 2. hálvleiki spældi EB/Streymur væl, og tjúgu minuttir fyri leiklok gjørdu argjamenn sjálvmál eftir langt innkast.

EB/Streyma ferðin var stór síðstu løtuna, men tað eydnaðist ikki at røkka nærri, enn at AB bjargaði á strikuni.

 

Víkingur-B68 3-3 (1-0)

1-0: Sverri Jacobsen 30.

1-1: Keita 52.

2-1: Hans Jørgen Djurhuus 56.

3-1: Finnur Justinussen 58.

3-2: Jóan Símun Edmundsson 63.

3-3: Øssur Hansen 88.

 

AB-EB/Streymur 1-1 (1-0)

1-0: Janus M. Joensen 21.

1-1: sjálvmál 70.

 

B36-NSÍ 2-3 (2-0)

1-0: Sam Malsom 17.

2-0: Sam Malsom 19.

2-1: Hjalgrím Elttør 57.

2-2: Klæmint A. Olsen 63.

2-3: Jann Ingi Petersen 90.

 

ÍF-HB 1-3 (0-1)

0-1: Fróði Benjaminsen 20.

0-2: Milan Kulic 53.

0-3: Rógvi Poulsen 63.

1-3: Andy Olsen 66.

 

KÍ-07 Vestur 2-2 (2-2)

1-0: Kristoffur Jakobsen 3.

2-0: Kristoffur Jakobsen 20.

2-1: Jens Erik Rasmussen br 25.

2-2: Jens Erik Rasmussen 30.

 

Støðan eftir 7 umfør

HB 16

NSÍ 14

B36, Víkingur og EB/Streymur 11

B68 og AB 8

ÍF 7

07 Vestur 6

KÍ 3

 

8. umfar

Kristi himmalferðardag

hósdagin 21. mai

AB-Víkingur

KÍ-EB/Streymur

B36-B68

ÍF-NSÍ

07 Vestur-HB