NSÍ og ÍF spæla umaftur í morgin

Runavíkingar og fuglfirðingar høvdu ikki spælt í meiri enn 18 minuttir, tá dómarin, Ransin Djurhuus, valdi at blása dystin av. ? Eitt kavaæl legði vøllin hvítan, og tá linjudómararnir ikki longur sóu linjurnar á vøllinum, valdi eg at blása av. Har var ikki meira at gera við tað, sigur dómarin.

 

Tá dysturin var avblástur, var støðan 1-0 til NSÍ, tí Debes Danielsen longu í sjeynda minutti hevði skorað, men tað málið telur ikki við, tá liðið spæla av nýggjum í morgin.

 

? Aðrastaðni kann koma fyri, at ein dystur heldur fram frá tí minutti, hann er steðgaður, men fordømi hjá okkum er, at nýggjur dystur verður spældur, og tí telur málið ikki við, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.

 

Úr Runavík skilst á lagnum, at kavin var burtur eftir lítlari løtu og einki kavaæl kom aftur, so fyri tað kundi dysturin saktans verið spældur liðugur. Men nú verður so í staðin spældur nýggjur dystur í morgin klokkan 17.15.