NSÍ og EB/Streymur standa sum taparar

- Avleiðingarnar av einum mistaki eiga at samsvara við sjálvt mistakið og raka tann, ið hevur framt mistakið. Hetta segði formaðurin hjá NSÍ, Dánial Petur Hansen, í lesarabrævið í Sosialinum í gjár. Við hesum meinar hann, at úrskurðurin hjá aganevndin eisini rakar feløg, sum slett ikki hava nakað við málið at gera

Eftir úrskurðin hjá aganevndini hjá Fótbóltssambandinum í málinum um dystin millum B36 og Skála sendi formaðurin hjá NSÍ, Dánial Petur Hansen, í gjár eitt lesarabræv til Sosialin, har hann m.a. vísir sína ónøgd við avgerðina hjá aganevndini.

Fyrst og fremst heldur Dánial Petur, at avgerðin hjá aganevndini ikki bert er skeiv, men fullkomiliga burtur úr vón og viti, sum hann tekur til í lesarabrævinum. Hann sigur víðari, at fótbóltsúrslit fyrst og fremst eiga at vera avgjørd á vøllinum, og ikki av hendingaligum, ótilvitaðum og sakleysum manglum í samband við útfylling av einum dómaraseðli, sum tað hevur gjørt í hesum førinum.


Avgerðin rakar skeivt

Um vit venda okkum til sjálvt málið og ikki úrskurðin hjá aganevndini, so heldur Dánial Petur, at sjálvandi skal slíkt ikki koma fyri, sum hendi í dystinum í Gundadali millum B36 og Skála.

- Nei, tílík mistøk skulu sjálvandi ikki koma fyri, og tí skulu tey heldur ikki góðtakast. Eg haldi, at felagið, sum hevur gjørt mistakið, eigur at verða sektað við hóskandi avleiðing í mun til mistakið, sigur formaðurin í NSÍ.

Dánial Petur heldur tó ikki, at avleiðingin av mistakinum í hesum føri er hóskandi.

- Avleiðingin av einum mistaki eigur at samsvara við sjálvt mistakið og raka tann, ið hevur framt mistakið – og ikki onnur - og tað haldi eg ikki, at avleiðingarnar gera í hesum føri.

- Eg haldi, at avgerðin hjá aganevndini m.a. rakar bæði NSÍ og EB/Streym, sum liggja og kappast við B36 í oddastríðnum í Formuladeildini, tí brádliga fær B36 tvey stig á skrivaraborðinum, sum eingin hevði væntað, at teir fóru at fáa. Tí meti eg, at úrskurðurin hjá aganevndini ikki bert rakar Skála, sum í hesum føri hevur framt mistakið, men eisini B36, NSÍ og EB/Streym, sigur formaðurin hjá NSÍ.

Hann leggur tó stóran dent á, at hann ikki heldur, at B36 við kæruni hevur roynt at tiltuskað sær nøkur stig í oddinum.

- Eg eri sannførdur um, at orsøkin hjá B36 til at kæra ikki hevur verið tann at tiltuska sær nøkur stig, sum ikki eru uppiborin, men hinvegin tann at tryggja sær, at Skála fær ta neyðugu átaluna, soleiðis at felagið ikki ger sama mistakið einaferð afturat.

Dánial Petur Hansen heldur sum heild, at avgerðin hjá aganevndini er sera óheppin, og hann vónar at enda, at yvirkærunevndin fer at broyta avgerðina hjá aganevndini, tí hetta metir hann vera tað besta fyri fótbóltin í Føroyum. Serliga tí at feløg, sum hava framt slík mistøk síðstu árini, ikki hava verið sektað við at tapa dystin, men hinvegin hava fingið eina átalu ella eina bót, sum samsvarar við tað mistak, sum felagið hevur framt.