NSÍ og EB/Streymur seta hol á sætta umfar í vodafonedeildini í kvøld.
Klokkan 18 í kvøld byrjar uppgerðin millum liðini, sum hava verið við til at mynda oddin í bestu fótbóltsdeildini tey seinnu árini.
Talan er eisini um eina uppgerð millum føroyameistarnar í 2007 og føroyameistarnar í 2008.
Liðini hava tó ikki verið við til mynda oddin í hesum kappingarárinum. EB/Streymur hevur havt nógvar skaðar, sum hava darvað hópin, og sundalagsmenn hava bert fingið fimm stig í fimm dystum.
NSÍ hevur fingið fýra stig í fimm dystum, men týskvøldið bragdaði við Løkin, tá liðið fekk sín fyrsta sigur til høldar.
Ransin Djurhuus dømir dystin við Løkin í Runavík í kvøld.