NSÍ og B36 vunnu

Leygardagin spældu tvey av sterku liðunum í Formuladeildini venjingardyst. EB/Streymur vann í fjør silvurmerkini í Formuladeildini, og NSÍ, sum ikki rakk heiðursmerkjum, hevur styrkt seg við fleiri profilum í Vetur. Leygardagin vitjaði EB/Streymur í Runavík, og NSÍ vann dystin 2-0. Brasilski álopsspælarin Anderson, sum er ein av nýggju spælarunum hjá runavíkingum, gjørdi bæði málini hjá NSÍ.