Í illveðrinum í gjárkvøldið var fyrsti dystur í 21. umfari í bestu fótbóltsdeildini. Grannauppgerðin í Klaksvík millum KÍ og Víking endaði 1-1.
Í dag eru hinir fýra dystirnir.
Toppliðið HB hevur á heimavølli góðan møguleika at taka enn eitt stórt stig fram ímóti FM, tá ið grannarnir í AB vitja í Gundadali.
NSÍ fær vitjan av B36, sum við finalusigrinum í steypakappingini hevur vunnið rætt at luttaka í Europa næsta summar. NSÍ er á triðja plássi og harvið á kós út í Europa næsta summar. Um NSÍ vinnur fulla úrtøku seinnapartin, so lyfta teir við Løkin seg fram á næstfremsta plássið. Stigatalið verður tá tað sama sum hjá KÍ og málmunurin betri.
Skála fær vitjan av 07 Vestur, sum stríðist fyri lívinum í fremstu røð. Í dag er støðan tann, at tað bara verður eitt lið, sum flytur upp úr næstbestu deildini og harvið bara eitt lið, sum flytur niður. Tí stendur nógv upp á spæl hjá 07 Vestur.
Suðringar fáa vitjan av EB/Streymi. Suðringar eru eitt stig aftanfyri EB/Streym.
NSÍ – B36: Lars Müller kl. 15.00
Skála – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 16.00
HB – AB: Sigurður H. Ꝧrastarson kl. 15.00
Suðringar – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Ígjár
KÍ – Víkingur 1-1 (1-1)
0-1: Hanus Jacobsen 11.
1-1: sjálvmál 16.
Dómari: Dagfinn Olsen
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Predrag Pocuca (Ólavur Niclasen, 21.), Heðin Askham, Ísak Simonsen - Steinbjørn Olsen (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 57.), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Ronni Møller-Iversen, 67.) - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Hjalti Strømsten, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen - Philip Djordjevic, Adeshina Lawal (Andreas Lava Olsen, 66.)
Gult kort: Atli Gregersen, Heðin Hansen
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
HB | 20 | 17 | 1 | 2 | 42 | 14 | 52 |
KÍ | 21 | 14 | 3 | 4 | 38 | 15 | 45 |
NSÍ | 20 | 13 | 3 | 4 | 44 | 15 | 42 |
Víkingur | 21 | 11 | 3 | 7 | 33 | 26 | 36 |
B36 | 19 | 10 | 4 | 5 | 38 | 25 | 34 |
EB/Streymur | 20 | 4 | 7 | 9 | 21 | 32 | 19 |
Skála | 20 | 5 | 4 | 11 | 17 | 30 | 19 |
Suðringar | 20 | 5 | 3 | 12 | 19 | 33 | 18 |
07 Vestur | 19 | 3 | 1 | 15 | 19 | 47 | 10 |
AB | 20 | 2 | 3 | 15 | 9 | 43 | 9 |