NSÍ ofta undirmannaðir

Tað hevur gingið heilt illa hjá NSÍ hesa seinastu tíðina. Hesa ferð var fótbóltsspælið rættuliga gott síðsta hálva tíman, hóast teir vóru tíggju ímóti ellivu. Men teir taptu fjórða av fimm landskappingardystum síðani summarsteðgin. Einasti NSÍ sigurin hesu megin summarsteðgin er tann á Toftum.
Eisini tá ið tað ræður um útvísingar hevur tað hilnast illa hjá NSÍ. Brynjolvur Nielsen varð útvístur longu áðrenn 1. hálvleikur var hálvrunnin. Hetta var triðja ferðin innan lutlfalsliga stutta tíð, at NSÍ misti ein mann í 1. hálvleiki. Tað sama gjørdi seg galdandi í steypafinaluni á Ólavsøku, tá ið Jens Martin Knudsen longu í 1. hálvleiki sá reytt, og í landskappingardystinum í Gundadali ímóti HB 30. juni, tá ið Sjúrður Jacobsen longu í 1. hálvleiki sá reytt.