NSÍ nærkast ikki húsagangi

- Eins og øll onnur feløg hevur NSÍ sínar avbjóðingar, eisini fíggjarligar, og arbeiðir nevndin við at loysa teir, skrivar hann á heimasíðuni, eftir at Norðlýsið í gjár endurgav Sølva Reinert Hansen fyri at siga, at hann ikki visti, um felagið var á veg á húsagang.

 

Sølvi Reinert Hansen er formaður í eini nýggjari nevnd í NSÍ, og tey skulu hava eitt sindur av tíð at seta seg inn í øll viðurskiftini kring felagið.

- Uppá beinleiðis fyrispurning um NSÍ var um at fara á húsagang, svaraði eg, at tað var vónleyst at svara uppá, fyrr enn man kendi øll viðurskifti. Hugsaði hetta sum ein teoretiskan spurning ? ikki ein ítøkiligan. Og kundi eitthvørt fótbóltsfelag ivaleyst svarað tað sama, greiðir Sølvi Reinert Hansen frá á nsi.fo

 

Hann ásannar nú, at hann skuldi verið greiðari í sínum svarið fyri Norðlýsinum.

- Skuldi sjálvandi bara havt svarað greitt: ?Nei?, sigur Sølvi Reinert Hansen, sum eisini heldur, at NSÍ ikki hevur størri fíggjarligar avbjóðingar enn onnur fótbóltsfeløg í Føroyum.