NSÍ meldaði seg úr gullstríðnum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Klæmint A. Olsen seta orð á vónbrotið í Sarpugerði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við liðformannin og toppskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná 0-2 tapið hjá NSÍ ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag.

 

Klæmint ásannar, at tað eru fimm stig upp til oddasessin, og nú bert níggju stig eru eftir at spæla um verður talan um eina kapprenning millum KÍ og Víking um at vinna føroyameistaraheitið.

 

NSÍ ger tó klárt til komandi dyst ímóti B36, og nú verður farið eftir at tryggja liðnum heiðursmerki í kappingini.