Formulakappingin 2007 er lokin. NSÍ hevur fingið FM steypið og gullkrónurnar í Klaksvík.
Nú fer NSÍ ferðalagið at gera seg til at fara úr Klaksvík og út í ítróttarhøllina í Runavík, har tað er bjóðað til almenna móttøku klokkan 18.
Stóri vinnarin í dag var EB/Streymur, sum við sannførandi 4-1 sigri lyfti seg av triðja og fram á næstfremsta plássið.
Stóri taparin í dag var B36, sum eftir 2-0 tap í grannauppgerðini ímóti HB misti silvurmerkini og fekk bronsukrónurnar.
GÍ varðveitti fimta plássið eftir 4-2 sigur í Vági. 5. plássið hevur týdning fyri GÍ á tann hátt, at fimm tey ovastu fara at spæla 14 ferðir á heimavølli og fimm tey niðastu fara at spæla 13 ferðir á heimavølli.
Við 2-0 heimasigri á AB tók Skála seg fram á 6. pláss og harvið lyfti seg uppum KÍ, sum endaði á 7. plássi.
Úrslitini í dag
B36-HB 0-2
0-1: Rasmus Nolsøe
0-2: Rógvi Jacobsen
KÍ-NSÍ 2-2
1-0: Meinhard Joensen br
1-1: Andy Olsen
2-1: Denni Conteh br
2-2: Hjalgrím Elttør br
Skála-AB 2-0
1-0: Levi Hanssen
2-0: Debus Danielsen
B71-EB/S 1-4
0-1: Arnbjørn Hansen
0-2: Egil á Bø
0-3: Sorin Anghel
0-4: Egil á Bø
1-4: Magnus Olsen
VB/S-GÍ 2-3
1-0: Dan Djurhuus
2-0: Dimitri Jankovic
2-1: sjálvmál
2-2: Christian Lundberg br
2-3: sjálvmál
2-4: Christian Lundberg
Endaliga støðan eftir 2007 Formula kappingina:
NSÍ 61 stig
EB/S 54 stig
B36 53 stig
HB 49 stig
GÍ 38 stig
Skála 34 stig
KÍ 33 stig
B71 32 stig
AB 17 stig
VB/S 11 stig