Leygardagin spæla dreingjaliðini hjá NSÍ og VB/TB avgerandi dyst um FM-heitið í Runavík. NSÍ liggur sum er best fyri í deildini, tí liðið er tvey stig frammanfyri suðuroyarliðið, nú tað mangla tríggir dystir av kappingini.
Kravið til VB/TB er tí, at liðið vinnur dystin í Runavík. NSÍ kann hinvegin loyva sær at spæla javnleik, og um liðið vinnur dystin, so er gullið so nær, sum tað kann verða undan tveimum teimum seinastu dystunum.
Dreingir,
Meistarabólkur
1. NSÍa 7 37-9 21
2. VB/TBa 7 30-10 19
3. B36a 7 24-13 11
4. KÍa 7 23-15 8
5. Skála 7 5-18 66. EB/Str. 7 8-62 4










