Uppgávan tykist nærum ómøgulig, tá ið NSÍ í kvøld skal royna at venda einum 6-1-tapi ímóti skotska Hibernian í Europa League. Dysturin í kvøld verður spældur á Svangaskarði, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar kl.19.45.
Liðið hjá NSÍ er nakað skert í kvøld. Einar Tróndargjógv er leikbannaður eftir reytt kort í fyrra dystinum, og so eru Árni Frederiksberg og Jóhan Troest Davidsen á bonkinum.
Byrjunaruppstilling: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jens Joensen, Per Langgaard, Pætur Hentze – Magnus Olsen, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Benjaminsen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen