Seinastu dagarnar hava søgur gingið um, at NSÍ leitar sær eftir styrkið til liðið. Venjarin Trygvi Mortensen váttar, at onkur nýggjur spælari er uppá tal.
- Enn er einki komið upp á pláss, og eg vil einki siga, fyrr enn tað er púra vist. Tað kann verða, at onkur nýggjur spælari er við sunnudagin, segði Trygvi Mortensen fríggjamorgunin.
Iulian Florescu, sum byrjaði kappingarárið í Klaksvík, hevur vant við NSÍ, og hann skal verða ein av teimum, sum er upp á tal í NSÍ. Jónstein Petersen, sum hevur spælt í vinstru, er farin av landinum og verður burtur eina tíð, og tí er tað upplagt við Iulian sum avloysara fyri hann.
NSÍ hevur annars allar spælararnar tøkar til dystin sunnudagin.
VB/Sumba skiftir aftur
Suðuroyarliðið í Formuladeildini er øðrvísi mannað til dystin sunnudagin, enn liðið var seinast.
Dan Djurhuus og Evrard Ble høvdu báðir leikbann, og teir kunnu spæla í Runavík, men hinvegin hevur serbiski verjuspælarin Dimitrij Jakovic leikbann eftir reytt kort, og hin serbiski spælarin er ivasamur.
Hallur Dam Joensen verður heldur ikki við sunnudagin, tí hann er skaddur, og bæði Sonni Kjærbæk og Karl Lisberg mugu sita uttanfyri, eftir at teir fingu skaða í dystinum seinast.
- Vit hava fingið stig í teimum seinastu dystunum, og eg gleði meg veruliga, til vit hava allar spælararnar tøkar aftur, sigur VB-venjarin Ole Andersen.