NSÍ leitar eftir málverja

– Tað kemur dátt við hjá okkum, at Meinhardt Joensen nú er farin aftur til B36, tí skotbráið at finna ein góðan málverja er so stutt. Men vit leita bæði í Føroyum og uttanlands eftir einum manni í hansara stað, sigur Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ

Fótbóltur

Sunnudagin kundi B36 boða frá, at felagið hevði gjørt ein tvey ára sáttmála við Meinhardt Joensen, sum í fjør vardi málið hjá NSÍ, men undan tí var málverji í B36 í 2008. B36 segði hetta vera eina góða loysn, tí teirra málverji síðsta kappingarár, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, hevur boðað frá, at hann eftir summarfrítíðina fer niður at lesa.
Men so góð tíðindini eru fyri B36, líka so ring eru tey fyri NSÍ, sum hevði vónað, at Meinhardt fór at halda fram í Runavík hetta kappingarárið. Ikki minst, tí tíðin er farin at ganga undan, nú hópurin til komandi kappingarárið helst skal vera nøkulunda klárur.
– Tað kemur dátt við hjá okkum, at Meinhardt Joensen nú er farin aftur til B36, tí skotbráið at finna ein góðan málverja er so stutt. Vit hava í mong ár verið sera væl mannaðir við málverjum, so tí er tað serliga torført hjá okkum so seint at skula at finna ein, ið kann gera, at vit halda okkum á sama stigi, sum vit plaga, sigur Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ.
– Men einki er at gera við tað, so nú leita vit bæði í Føroyum og uttanlands eftir einum nýggjum málverja. Vit harmast um, at Meinhardt fer frá okkum, tí vit hava verið sera glað fyri at havt hann í felagnum. Hetta er tó veruleikin, sum hann sær út nú, so vit verða noyddir at finna onkran í hansara stað.
Andrias Lamhauge sigur, at NSÍ frammanundan hevur ein ungan málverja, Kristian Joensen, sum hevur verið knýttur at fyrstaliðshópinum síðstu tvey árini, men at tað kanska er í so tíðliga longu at seta hann í málið í Vodafonedeildini, umframt at hann frammanundan er málverji hjá 1. deildarliðnum.
– Vit eru annars so gott sum komnir á mál við hópinum hjá okkum, ið ikki er so øgiliga nógv broyttur frá síðsta kappingarári. Tó vita vit, at Óli Hansen er givin, so umframt nýggjan málverja, skulu vit nokk hava ein spælara aftrat, áðrenn vit eru heilt til reiðar, sigur NSÍ-formaðurin.