Talið av ungum føroyskum fótbóltsleikarum, sum royna eydnuna í øðrum londum, veksur alsamt, og nú skal enn ein av okkara ungu leikarum royna seg í stórum felag. Talan er um 15 ára gamla NSÍ-leikaran, Viljorm H. Davidsen.
Í januar mánaði var ungi runavíkingurin í Danmark í tvær vikur, har hann royndarvandi við danska superligufelagnum, OB. Venjingin hevur eftir øllum at døma gingið væl, tí nú hevur felagið boðið honum ein ungdómssáttmála, har hann skal leika saman við ungu leikarunum hjá felagnum, samstundis sum hann skal ganga í 10. flokki.
Sterkur verjuleikari
Viljormur H. Davdisen var partur av dreingjaliðnum hjá NSÍ, sum endaði á øðrum plássi í landskappingini seinasta kappingarár. Kappingin millum VB/TB og NSÍ var sera hørð í hesum aldursbólkinum, men at enda vann VB/TB meistaraheitið, meðan NSÍ mátti taka til takkar við øðrum plássi.
Viljormur hevur eisini leikt við ungdómslandsliðunum hjá Føroyum, og her hevur hann verið mest sum fastur maður á bæði U-15 og U-17 landsliðunum seinastu árini.
Viljormur er stórur og sterkur verjuleikari, hann skjýtur við vinstra beinið, og tí verður hann ofta nýttur á vinstra bakki. Hann hevur tó eisini roynt seg í miðverjuni, so talan er um ein fjølbroyttan verjuleikari.
Sum skilst, so hevur Viljormur sjálvur tikið avgerðina um at fara til Danmarkar. Hann hevur ætlað sær niður í skúla, og tí kom sáttmálin frá OB væl við. Nú kann hann fara til Danmarkar at ganga í skúla, samstundis sum hann sleppur at royna seg í einum av sterkastu feløgunum í Danmark.
Sáttmálin millum Viljorm og OB er ikki endaliga komin í rætt lag enn, men sum skilst, so verður hesin undirskrivaður ein av nærmastu døgunum. Hetta ger, at Viljormur verður knýttur at ungdómsarbeiðnum hjá OB frá komandi kappingarárinum í Danmark. Har skal hann fyrst vera í eitt ár, og so fer tíðin at vísa, um uppihaldið í danska felagnum verður enn longri.









