NSÍ leigar Páll

Ungi HB-framherjin, Páll M. Joensen, fer í næstum at gera ein leigusáttmála við NSÍ. Hetta váttar HB-venjarin, Heine Fernandez:
- Enn er tað ikki 100 prosent komið upp á pláss, men vit hava gjørt eina avtalu um, at NSÍ leigar Páll ein mánað í senn, greiðir Heine Fernandez frá.
Danski venjarin hjá HB sigur, at Páll hevur havt tað trupult við at vinna sær pláss á liðnum hjá HB, og við at leiga hann út til runavíkingar, kann Páll fáa eitt sindur av dystarvenjing í bestu deildini, og harvið gerast betur, sigur Heine Fernandez.
Tó sigur Heine Fernandez, at tað er ógvuliga sannlíkt, at Páll aftur verður at síggja í HB-troyggjuni seinni í ár.
Somuleiðis rósar HB-venjarin runavíkingum fyri at venda sær til eitt føroyskt felag fyri at leiga ein ungan føroyskan spælara, heldur enn sum so mong onnur at brúka eina rúgvu av pengum upp á ein ella annan tilvildarligan útlendskan spælara.