NSÍ leigar Fritleif

NSÍ hevur leigað Fritleif í Lambanum frá ÍF tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum. Tað skriva heimasíðurnar hjá feløgunum. Fritleif hevur spælt yvir 200 dystir fyri ÍF.

 

Bæði ÍF og NSÍ hava akkurát luttikið í Europa League kappingini í ár. NSÍ fekk heiðurin av at møta Fulham úr Onglandi og megnaði á heimavølli á spæla málleysan javnleik í seinna dystinum á Svangaskarði. ÍF fekk ein ordans umgang móti íslendska KR, sum vann 8-2 samanlagt.

 

Fritleif hevur spælt 19 dystir í ár fyri ÍF.

 

NSÍ boðar eisini frá, at tveir av ungu leikarunum í felagnum verða útleigaðir. Monrad Holm Jacobsen fer til KÍ, meðan Viggo Hansen skiftir til B68.