Starvsnevndin hjá NSÍ, Nes sóknar Ítróttarfelg, finst nú harðliga at Kringvarpinum og Fótbóltssambandinum.
- Vit vilja við hesum koma við einari sterkari ábreiðslu til Kringvarp Føroya og til Fótbóltssamband Føroya, sum í tíðindunum á døgurða leggja NSÍ undir at hava í hyggju at tapa dystin móti B36 nú sunnudagin.
Starvsnevndin vísir á, at NSÍ og B36 hava leikt tveir sera intensar og málríkar dystir í ár, og NSÍ hevur eisini sæð fram til ein slíkan dyst sunnudagin.
- Vit hava sæð dystin sum eyka spennandi, eftirsum føroyameistaraheitið kann avgerast hendan dagin - ella útsetast til seinasta leikdag. Almenna Kringvarpið eigur ikki at spreiða slatur og sleyg, verður lagt aftrat.
NSÍ heldur, at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast, at Fótbóltssamband Føroya sjálvt undirgrevur sjálvan fair play andan við at ákæra eitt felag fyri at vilja tapa ein dyst í bestu deildini við vilja.
- FSF eigur altíð at eggja føroyskum fótbólti til at virða fair play, men í hesum førinum koma illteinkingar fram, ið heldur benda á, at FSF sjálvt ikki kennir og virðir fair play andan, sum hvørt smábarn ið spælir fótbólt, fær prentað í seg frá fyrsta venjingardegi í feløgunum kring landið.
Lagt verður aftrat, at FSF sjálvt flutti dystin í 15. umfari millum EB/S og ÍF nærum tveir mánaðir, soleiðis at hesi bæði liðini komu at leika tveir dystir innanfyri 4 dagar.
- EB/Streymur vann báðar hesar dystirnar, hóast ÍF sambært eygnavitnum leikti tveir fínar dystir. Eingin gretti tá eitt orð um avtalað spæl millum EB/Streym og ÍF - hóast tað var til fyrimuns hjá báðum liðum, at EB/Streymur vann dystirnar. Hvar vóru Kringvarpið og FSF tá? spyr starvsnevndin hjá NSÍ.
Starvsnevndin sigur víðari, at sum limur í FSF fer NSÍ tí við hesum at krevja, at Fótbóltssamband Føroya kemur við einari almennari treytaleysari umbering til B36 og NSÍ, og at FSF sum skjótast alment boðar frá, at teir ikki illteinkja NSÍ og B36 fyri at ætla sær at avtala dystin sunnudagin.
- Framferðin hjá Kringvarpinum og Fótbóltssambandi Føroya í hesum máli er forkastilig og kann undir ongum umstøðum góðtakast, sigur starvsnevndin hjá NSÍ í harðligu átaluni.