NSÍ komið ígongd

Meistararnir hava veruliga fingið glið á seinastu umførini, og teir ætla sær enn trý stig, nú eysturoyaruppgerð er á skránni

Eftir eina rættiliga laka byrjan upp á kappingarárið hevur NSÍ veruliga fingið fótin fyri seg seinastu umførini. Á stigatalvuni er talan nú um annaðpláss, og hetta vilja teir gulu og svørtu fegnir styrkja um vikuskiftið.

Og fortreytirnar skuldu verið til staðar, tí runavíkingar hava í løtuni allar mans tøkar.

Tað hava teir hjá Víkingi hinvegin ikki. Kaj Ennigarð fekk í vikuni heilaskjálvta undir venjing, og hann er neyvan tøkur. Sølvi Vatnhamar breyt armin, tá Víkingur vann á EB/Streymi í miðvikuni, og Sverri Jacobsen hevur ein knæskaða, sum helst heldur honum til summarsteðgurin er av. Og hartil er Magnus Skorðalíð eisini leikbannaður.

Og so er spurningurin annars, um víkingarnir hesa ferð eru til reiðar at spæla væl tveir dystir á rað. Nakað sum hevur verið sera trupult hjá teimum higar til í ár.