NSÍ keypir spælara úr superliguni

32 ára gamal miðvallari flytur úr Lyngby og til NSÍ

NSÍ leggur nógv fyri í roynd at vera við í kappignini um FM.

Felagið skrivar soleiðis í kvøld:

Jesper Christjansen er nýggjur NSÍ leikari. Jesper skiftur frá superliga liðnum Lyngby til NSÍ. Jesper hevur drúgvar royndir í donskum fótbólti, og nú kemur royndi miðvallarin at spæla í gulu blúsini.

32 ára gamli Jesper Christjansen spældi barnaárini í Skovlunde. Hann var síðani í Brøndby, har hann vann sær fast pláss á U-21 liðnum, var liðformaður og vandi saman við besta liðnum.

Síðani 2014 hevur hann spælt við Lyngby BK, har hann í 2016 fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini. Hann hevur spælt 150 dystir og skorað 14 mál á besta liðnum hjá Lyngby.

Síðsta kappingarár var Jesper Christjansen við í 18 dystum og skoraði eitt mál.

Í avgerandi dystinum ímóti Hobro um rættin at halda fram í bestu deildini var hann á beinkinum allar 90 minuttirnar.