Seinasti dysturin í sjeynda umfari í Vodafonedeildini verður leiktur í kvøld, tá NSÍ við Løkin í Runavík tekur móti ÍF. Úrslitini í gjár lagaðu seg soleiðis, at NSÍ bara er tvey stig frá fremsta plássinum. B36, sum annars var á odda til bara fimm minuttir vóru eftir, fekk bara eitt stig við til havnar av Toftum. Tí kann NSÍ leggja seg á odda við einum stigi um teir vinna á ÍF í kvøld.
NSÍ er tað liðið, ið hevur skotið flest mál í ár. Tað eru blivin til heili 18 mál í seks teimum fyrstu dystinum. 10 av teimum hevur álopsparið, Christian Høgni Jacobsen og Klæmint Olsen, staðið fyri. Teir eru saman við B68 framherjanum, Camara, toppskorar við fimm málum í part í Vodafonedeildini.
ÍF hevur fingið eina misjavna byrja upp á hetta kappingarárið. Millum góðu úrslitini eru sigurin á Toftum í fyrsta umfari og 3-0 sigurin á HB. Men fuglfirðingar hava eisini tapt á Fløtugerði móti bæði KÍ og B71, sum bæði hava sett sær sum mál at verða verandi í deildini.
Í fjør hittust liðini í fyrsta umfari í Runavík, tá vann ÍF 2-1. Í 10. umfari spældu liðini ársins dyst í Fuglafirði, tá NSÍ vendi hóttandi tapi til ein 5-3 sigur. Triðji og seinasti dysturin millum liðini endaði við málleysum javnleiki við Løkin.
Kappingin er framvegis ung og tøtt og við sigri á NSÍ, so kemur ÍF upp á 10 stig saman við KÍ og HB, sum liggja nummar ávíkavist nummar fimm og seks. B36 liggur fremst við 15 stigum.
Dysturin í kvøld byrjar kl 18:00