NSÍ kann skriva søgu

Runavíkingar hava ikki spælt ein einasta javnleik í Effodeildini í ár

Í hesum kappingarárinum hevur tað víst seg, at NSÍ sum oftast vinnur. Eftir 20 umfør hevur NSÍ vunnið 14 dystir, meðan seks dystir eru taptir. Ikki ein einasti dystur hjá NSÍ í Effodeildini í ár er endaður við javnleiki í ár, og tað er rættiliga merkisvert.

 

Síðani besta fótbóltsdeildin í 2005 fór upp á 27 umfør er tað ongantíð hent seg, at eitt lið er farið ígjøgnum eitt heilt kappingarár uttan at spæla minst tveir javnleikir. Seinasta liðið í bestu deildini, sum spældi eitt heilt kappingarár í bestu deildini uttan at spæla nakran javnleik, var Skála, sum í 2003 endaði næstaftast í táverandi 1. deild við 12 stigum eftir 18 dystum - fýra sigrar og 14 tap. 

 

Skála yvirlivdi tó í bestu deildini hetta kappingarárið, tí at tá blivu upp- og niðurflytingardystir spældir ímillum næstaftasta liðið í bestu deildini og næstfremst liðið í næstbestu deildini. Skála vann tilsamans 8-1 ímóti TB í hesum dystum. Tann eini av hesum dystunum endaði 1-1, og sostatt spældi Skála hóast alt javnt einaferð hetta árið.

 

NSÍ hevur tó eisini spælt ein einkultan javnleik í ár. Hetta, sum hevur verið eitt sjáldsamt fyribrigdi fyri NSÍ í hesum kappingarárinum, hendi 15. juni í ár, tá ið seinna hálvfinalan ímillum NSÍ og KÍ í steypakappingini endaði 0-0. KÍ vann tó fyrru hálvfinaluna 4-1, og sostatt fekk NSÍ onki burturúr hesum javnleikinum.

 

Gongdin hjá NSÍ hevur verið sera góð seinastu tíðina. Seinastu seks dystirnir í Effodeildini hava givið fulla úrtøku, og bert fimm stig eru upp til KÍ, sum er oddalið í Effodeildini. Sjey umfør eru eftir av Effodeildini 2016, og endar ongin av írestandi dystunum hjá NSÍ við javnleiki, so verður NSÍ fyrsta liðið nakrantíð, sum spælir eitt heilt kappingarár uttan ein einasta javnleik, síðani kappingin fór at fevna um 27 umfør.