NSÍ hevur undanvind

Tað er NSÍ sum hevur undan­vind, nú klaksvíkingar vitja við Løkin leygarkvøldið. Runa­víkingar hava vunnið tveir dystir á rað, fyrst sann­før­andi á B36 og síðani í truplu upp­gerð­ini móti botn­propp­inum FC Suðuroy.
Heimaliðið er eisini væl fyri. Helgi L. Petersen er aftur partur av hópinum, eftir at hava sitið uttanfyri vegna skaða. Tað kemur væl við, tí Jens Joensen hevur savnað sær fýra gul kort og er tískil á markinum til at verða leikbannaður. Eisini Jann Martin Mortensen er við aftur, eftir at hava verið burtur í tvær vikur. Sostatt er kapping um plássini og spennandi verður at vita, hvat Kári Reynheim ger við hesar sterku kreft­irnar, sum eru tøkar, men ikki hava verið við teir báðar undan­farnu dystirnar, sum NSÍ hevur vunnið.
Hjá KÍ umræður at koma aftur á beint, eftir lúsingin í móti HB seinast. Teir hava allar mans tøkar til hesa upp­gáv­una. Henry Heinesen var leik­bannaður seinast, men er við aftur nú.
Teirra lutur verður at koma aftur á beint í móti heimaliðnum, sum fer eftir triðja sigrinum á rað.

NSÍ - KÍ
Ransin Djurhuus
Leygarkvøldið 18.30