NSÍ hevur stórar trupulleikar

Venjarin ásannar, at tað er nógv, sum skal fáast í rættlag í verjupartinum, um hugsningur skal vera um at røkka triðja plássinum

NSÍ

Eftir at tað leingi hevur gingið heilt væl, er tað tvær tær seinastu ferðirnar vorðið púra greitt, at NSÍ hevur stórar trupulleikar í verjupartinum. Á Sevmýri fóru fýra mál ígjøgnum, og sunnudagin royndist verjuparturin uppaftur lakari, tá ið EB/Streymur skoraði fimm mál.
- Vit leggja bragdliga fyri, og vit fáa góða úrtøku. Teir koma afturíaftur, tá ið vit eru alt ov lítið nærlagdir í verjupartinum, men eg haldi, at vit fóta okkum aftur fyrstu løtuna eftir steðgin. Tá ið teir so skora til 3-2, satsa vit eitt sindur, og tá eru teir ógvuliga vandamiklir.
Tað sigur Trygvi Mortensen, venjari í NSÍ. Hann kennir EB/Streyma spælararnar, sum hann vandi fyri trimum árum síðani.
- Teir eru sanir snillingar, men tað fjalir ikki veruleikan, at vit eru alt ov lítið nærlagdir í verjupartinum. Eftiransingarnar eru ikki nóg góðar, og vit gera eina rúgvu av persónligum mistøkum, sum eiga at verða og vórðu sektað á hesum støðinum. Hatta mugu vit lúka burtur, sigur Trygvi Mortensen, sum sigur seg ikki hava mist mótið um at røkka bronsukrónunum.
- Vit mistu bara eitt stig sammett við Skála. Men í mun til bronsuplássið mistu vit trý stig, so nú hava vit ryggin móti múrinum. Men vit mugu royna at koma afturíaftur. Sjálvandi eru vit vónbrotnir um, at 2-0 leiðsla skuldi enda við 5-2 tapi, men tað er ikki annað at gera enn at arbeiða miðvíst undir venjingunum og so at vinna í Gøtu, heldur NSÍ venjarin.